Hjalti dansaði seg til fyrsta plássið

12 ára gamli Hjalti W. Dahl Christiansen, dansaði seg inn í hjørtuni hjá dómarunum, og gjørdist fríggjakvøldið ársins Talent í Margarinfabrikkini. Fríggjadagin 15. mai var finalan í talentkappingini, sum Margarinfabrikkin skipaði fyri. Tveir dagar áðrenn finaluna var innleiðandi umfar, og vóru tað fimm innsløg, sum komu víðari til finaluna, at kappaðust um at vera ársins talent í Margarinfabrikkini og eigarin av einum Ipod Nano frá Ekspert.

 

Umleið 80 børn og ung høvdu leitað sær oman í Margarinfabrikina fríggjadagin og eisini vóru nøkur foreldur,ommur og abbar sum áhoyrarar. Kappingin byrjaði við, at ungi bólkurin Plastic Hero, sum venja uppiá í Margarinfabrikkini, spældu nøkur løg og fingu lív í fjøldina, áðrenn kappingin byrjaði. Luttakararnir bæði dansaðu og sungu, men tað var bert ein vinnari av kappingini og tað bleiv 12 ára gamli Hjalti W. Dahl Christiansen, sum dansaði seg inn í hjørtuni hjá dómarunum. Hann dansaði robotdans til lagið ?Robot Music?við Turf Talk.

Fyriskiparar og børnini í Margarifabrikkini vóru sera væl nøgd við tiltakið, sum avgjørt verður afturvendandi tiltak niðri í Margarinfabrikkini.