SAMRØÐA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jens Kristian Vang (myndir)
18 hús eru í Hesti og tólv ættir vóru í Ísrael. Sjey dagar eru í vikuni og hvønn einasta av hesum hugsar Johan í Hesti eitt sindur um Ísrael og hvussu tað gongst Guds fólki. Og hvat er tað so sum fær ein hestmann at vera so heitan talsmann fyri Ísrael, og fyri lagnuni hjá hesum fólki, at hann hvønn dag í árinum granskar søgu ísraelsmanna í Gamla Testamenti og bókum um Gamla Testamenti.
- Tað man helst vera tí, at eg eri nakað bleytur av lyndi, tí annars hevði eg ikki hugsað meira um jødar, enn tað sum profeterað er um í halgu bók, sigur Johan í Hesti, sum fylti 70 í summar og sum er og hevur verið ein so týðandi partur av bygdini í Hesti seinastu mongu árini.
Bygdaráðsformaðurin í Hesti verður hann kallaður millum manna. Í samfull 30 ár var hann bygdaráðsformaður í Hesti. Ríkið fevndi um Hest og Koltur. So gavst hann av heilsuligum ávum. Hann er kendur um alt landið sum gløggur og ein ótroyttiligur stríðsmaður fyri tí sum hann stríðist fyri. Hygg bara eftir bygdini. Havnin er so rúm, at Skopunar Havn kundi ligið inni í henni og Johan eigur fittan part av heiðrinum fyri, at Hestmenn fingu so góða havn. Lítla bygdin eigur eisini svimjihyl, ið hevur gjørt børnini navnfrom innan svimjikappingar í landinum.
- Eg kundi gott hugsað mær at hildið fram sum bygdaráðsformaður nøkur ár aftur at, men tað bar ikki til. Eg mátti gevast, eg orkaði ikki meira, sigur hann.
Johan er ringur av sukursjúku og sjónin viknaði heilt burtur herfyri. Men síðan varð hann lagdur undir skurð og nú hómar hann kring seg, men trupult er at lesa.
RØDD HITLERS
Vit skrúva tíðina eini 63 ár aftur. Bygdin í Hesti lá avbyrgd frá umheiminum av einum streymhørðum fjørði og sera vánaligum lendingarmøguleikum, hóast Hestur ikki kann roknast at vera av ringastu brimplássum í landinum. Flestu hús vóru flagtakt og torvroykurin frá morguneldunum hekk søtur um túnini.
Árini frammanundan var ein óhugnalig rødd farin at hoyrast í teimum heilt fáu útvarpslurtum, sum vóru at finna í landinum. Tað var Hitler, sum trumlaði og skríggjaði og neyvan nakar føroyingur skilti boðskap hansara, annað enn at hann ljóðaði óhugnaligur á málinum. Herrópini, sum dundu, hvørja ferð hann hevði ein steðg, vórðu meitlað inn í unga barnasinnið hjá Johan Wang Niclasen, ið tá enn gekk í húðaskóm í túninum í Hesti.
Í 1938 hendi broytingin. Skríggjandi rødd Hitlers skríggjaði ikki bara longur, nú forfylgdi hon, nú drap hon, nú gjørdi hon fólk av øðrvísi húðaliti, ella øðrvísi trúgv enn Hitler, til undirmenniskjur, sum kundu forfylgjast og týnast á heilt lógligan hátt.
- Tey tosaðu nógv í Hesti um, at jødarnir høvdu tað ringt niðri á europeiska meginlandinum, har nazistarnir valdaðu. Tey vaksnu tosaðu um jødaforfylging og eg mundi vera nakað viðkvæmur, tí eg tók so hjartaliga synd í hesum fólki, sum mær varð vorðið so kært, eftir at eg hevði hoyrt bíbliusøgurnar. Men eg beit merki í, at fólk í Hesti undraðust ikki so nógv á jødaforfylgingarnar. Tey vóru stinn í Bíbliuni og og tey vistu um spádómarnar og at jødarnir høvdu tað ringt, tí teir høvdu verið ólýdnir Gudi. Men tey vistu eisini, at einaferð skuldu jødarnir fáa sítt egna land, tað segði skriftin, sigur Johan.
HARMAST HARÐSKAPIN
Vit sita í hansara hugnaligu stovu. Á sofaborðinum blomstrar ein urtapottur við heitt reyðum blomstrum. Hann stendur heilt í andsøgn við gulu náttúruna uttanfyri, við øllum deyðagrasinum, sum prýðir okkara land nú eina viku undan jólum. Ein annar urtapottur hevur kropið sær runt um breiða hurðaropið millum báðar stovurnar, sum nú eru í einum. Her er grønt og fjálgt inni, og konan Hermanda skeinkir kaffi og nýkókaðar kleynur. Niðri í Ramalla á Gaza-geiranum situr Yasser Arafat í húsavarðhaldi. Ísraelsmenn halda vakt uttanfyri og hann sleppur ikki at stjórna sínum fólki. Og uttanfyri í fjørðinum er Teistin á sínum næsta túri í regluligari sigling millum Hest, Skopun og Gomlurætt, á veg til Skopunnar.
Hvussu kennist tað hjá einum heitum ísraelsvini, at ísraelsmenn eru so harðligir móti palestinum í hesum døgum?
-Tað kennist ikki gott, og eg harmist stórliga. Hóast Yassir Arafat og Hamaz eru eitt verri pakk, so kann harðskapurin hjá ísraelsmonnum ímóti ósekum sivilum ikki forsvarast. Tað nítir mítt hjarta at síggja allan harðskapin í sjónvarpinum og serliga, at Guds fólk eisini luttekur í hesum harðskapi, men tað tykist sum ikki slepst undan, sigur Johan og sær eitt sindur stúrin út.
- Men eg trúgvi, at eina ferð verður friður. Skriftin sigur tað eisini. Lesa vit í Ezekiel, so verður skrivað um Gog í Magogslandi, sum skal herja á Ísrael í tí seinastu tíðini. Og hann skuldi koma norðaneftir. Men áðrenn tað skuldi valda friður í Ísrael, sigur Johan.
- Og friður kann koma. Hygg bert eftir viðurskiftunum millum Ísrael og Egyptaland. Fyri góðum 30 árum síðan var rættuligt kríggj millum londini. Men aftan á friðin millum Begin og Sadat hevur ikki blóð flotið. Tað verður eisini einaferð friður millum ísraelsmenn og palestinar. Tað er heilt vist, skriftin sigur tað og hon lýgur ikki.
BEN GURION
Sum 17 ára gamal hoyrir Johan í Hesti um nýstovnaða statin Ísrael. Hann hoyrdi røddina á Ben Gurion í antin enskum ella donskum úrvarpi, tá Ben Gurion proklamerar ísraelska statin og hetta rein rættuliga við hjá Johan.
- Skriftin gekk út. Guds fólk hevði aftur fingið sítt Ríki, sítt føðiland og ísraels fólk er treytaleyst samantvinnað við føðilandinum. Hetta var gott at hoyra fyri meg. Eg hoyrdi eisini um mótstøðuna Ben Gurion fekk, hann fekk ongan stuðul frá teimum sameindu í Europa og USA heittu á hann um at steðga eitt sindur. Tað rørdi meg nógv, tá eg hoyrdi, at Ben Gurion segði nei til teir stóru. Tað skuldi vera nú ella ongantíð, sigur Johan.
PÍLAGRÍMSFERÐIN
Inni í stovuni hjá Johan hongur ein stór fotomynd á vegginum. Hon avmyndar Johan í djúpum tonkum frammanfyri Grátimúrin í Jerusalem. Aftanfyri hann standa jødar við purlutum lokkum niður við vangunum og svørtum hattum á høvdinum. Teir eru í eins djúpun tonkum. Johan hevur húgvu á høvdinum, men talan er tó ikki um eina kalot.
- Í tí løtu handan myndin er tikin, ynskti eg og bað til Harran, at tað skuldi eydnast ísraelsmonnum at fáa frið í sínum egna ríki. Sum smádrongur hevði eg ynskt, at teir skuldu fáa sítt egna Ríki, tað høvdu teir nú fingið, men friður var ongin, sigur Johan.
Myndin av Johan frammanfyri Grátimúrinum hongur saman við so mongum øðrum fotomyndum inni í stovuni hjá Johan. Hon hongur saman við myndum av ættini hjá Johan. Ein av skyldmonnum Johans er í donskum hermannabúna. Hann hevði verið vakt á slottinum hjá Christian 10 í fleiri ár og visti akkurát hvat fór fram á náttartíð á slottinum. Hann hevur sápil í hond og sær drápiligur út og lítið samband er millum vápnaða skyldmannin hjá Johan og so álvarsløtuna framman fyri Grátimúrin.
- Dreymurin um at síggja Heilaga Landið er gamal og í 1985 gjørdist hann veruleiki. Fólk halda, at eg havi verið fleiri ferðir í Ísrael, men so er ikki. Eg havi bert verið har ta einum ferðina og eg fari ikki aftur. Ikki so, at eg ikki havi hug, men heilsan forðar mær fyri tí, sigur Johan. Svenning av Lofti var ferðaleiðari og ferðin fekk stóran týdning fyri Johan.
- Tað løgnasta við hesi ferð var, at eg ikki gjørdist bilsin av nøkrum av tí eg sá, her hugsi eg um bygningar og støð. Eg fekk bara staðfest mín barnalærdóm og tað eg sjálvur hevði lisið í Gamla Testamenti. Har var alt akkurát soleiðis, sum eg hevði fyristillað mær heima í Føroyum. Hvørki verri ella betri, hvørki størri ella minni. Tað einasta sum eg undraðist á, og sum eg gjørdist skakkur av, var hitin, sigur Johan.
- Men kensluliga var ferðin eitt stórt upplivilsi fyri meg. Tað var heilt ótrúligt fyri meg at standa á Oljufjallinum, har sum Jesus hevði hildið so nógv til. Skriftin sigur eisini, at Jesus skal koma aftur á Oljufjallið á evsta degi. Jesus verður allastaðni á tí degi. Men hann endar á Oljufjallinum og tá skulu Ísraelsmenn sum tjóð venda um til Kristus, tað er profeterað og tað hendir. Og Apostlasøgan greiðir okkum frá, at vit skulu ikki hugsa um, nær hesin dagur kemur, tí tað veit bara Gud, sigur hann.
- Eisini at ganga í Getsemane, har Jesus varð svikin og tikin, var ein rík løta. Tú var so nær tí, sum hevði grundleggjandi týdning fyri teg og sum gevur lívinum meining, júst Jesu deyði og uppreisn, sigur hann
GRÁTIMÚRURIN
Fyri Johan var tað ein uppliving, sum sigur spar tvey til alt, at standa við Grátimúrin. Tað er størsta hending í hansara lívi.
- Løtan var fyri meg eitt ófatiliga stórt andaligt upplivilsi. Eg hugsaði slett ikki um heimbygdina við hendan múr, ein leivd av gamla templinum. Eg hugsaði slett ikki um Føroyar. Eg kendi meg í einum inniligum felagsskapi við tað fólk, sum Gud hevur valt sær. Eg kendi meg slett ikki fremmandan. Eg hugsaði bara um Ísrael og hvussu Guds lyftir ganga út og eg ynskti so inniliga, at Guds fólk kundi liva í friði í egnum landi.. Eg undraðist slett ikki. Eg hevði roknað við hesum og løtan bleiv bara so óbeskriviliga vøkur, sigur Johan.
- Tá eg fór til Ísrael, hevði eg gjørt mær eina mynd av, hvussu landið var. Eg hevði somu mynd heim aftur, men kensluliga var eg vorðin nógv ríkari.
- Skriftin gongur út, onki er so vist sum tað. Tað var ongantíð Guds meining, at ísraelsmenn skuldu velja sær egnan kong. Gud vildi sjálvur leiða fólk sítt, men ísraelsmenn settu seg ímóti. Gud lat sær lynda, men segði, at teir sjálvir máttu taka fylgjurnar. Og tað eru einar øgiligar líðingar jødar hava liðið, síðan teir vóru Gudi ólýdnir. Men ein dagin kemur friðurin, tað sigur skriftin og tann dagin leggur Gud sjálvur upp í og fer rættuliga í part við ísraels fólki. Tá hetta hendir fáa vit av øðrum fólkasløgum sum trúgva eisini frið, sigur Johan.
LEGÐI AV Á MASADA
-Vit vóru eisini á Masada, skansanum hjá zelotunum, í oyðimørkini. Hendan dagin var so heitt, at eg trúði ikki, at eg kom livandi frá ferðini. Eg lovaði Gudi olmussu og legði ein høvuðtyngjandi óvana av. Tað havi eg ikki angrað og hetta hevur flutt meg nærri at Guds fólki og harvið eisini Gudi, sigur Johan í Hesti.
Nú rýkur av røstum stoktum kjøti úr køkinum. Vit hoyra konuna Hermandu stákast í køkinum. Hon er ættað av Selatrað. Tey hava kenst í nøkur ár og giftust fyri tveimum árum síðan, tá var Johan 68 ár. Maturin kemur á borðið. Vit stórhugna okkum soleiðis uttanfyri referat og leskiligar ferskenfruktir í sukursós, helst úr Ísrael, leggja lokið á hesa hugnaligu løtu. Vit leggja vertin á sukursjúku og súpa hugaliga.
Johan hyggur eymt upp á konuna og sigur hart suffandi fyri seg sjálvan:
»Lívið er deiligt, men eg giftist bara ov seint.«
Shalom! og Teistin snurlar fimliga runt í nýggju havnini í Hesti á sínum triðja túri, á hesi fyri hann nýggju farleið og leggur at. Johan og konan koma oman á Bakkan at fylgja. Eitt útnyrðingsæl litar vágalandið hvíttgrátt og strekkir seg heilt suður til okkum, og vætir handabakini, nú okkara loftaðu fingrar siga farvæl. Løtu seinni leggja við á Hestfjørð og hendan greinin tekur spakuliga skap inni í huga mínum.