Myndir: Dávur Winther

Hjartarúmið hjá Hanusi Hansen er ikki at taka feil av

- Í dag ber ikki til at tosa um JFK uttan eisini at nevna Hanus Hansen, segði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, tá hann helt røðu á bryggjuni í Klaksvík.

Myndir: Dávur Winther

Seinnapartin í dag varð stórfingin móttøka í Klaksvík. Nógv fólk varð komið saman at heilsa nýggja Gadusi, sum reiðaríðið, JFK, hevur latið byggja í Turkalandi. Nýggja skipið er knappar 89 metrar langt, og stívliga 18 metrar breitt.

 

Til hátíðarhaldið spældi Klaksvíkar Hornorkestur nøkur løg. Síðan doypti Edith Johnsson, dóttir Hanus Hansen, reiðara, skipið. Eftir tað helt Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, eina røðu.

 

At enda helt Hanus Hansen, reiðari, eina røðu, har hann eitt nú takkaði øllum teimum, sum vóru møtt at síggja nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum. Eftir hátíðarhaldið á bryggjuni, bjóðaði JFK øllum umborð at síggja skipið.

 

Eisini læt vældámda fisk & kips-búðin upp, soleiðis at fólk kunndu fáa sær ein bita.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, segði, at tað er honum ein stórur heiður og gleði at taka ímóti hesum stórbæra, vakra og nútímans skipi, sum framyvir kemur at hava sín heimstað í Klaksvík.

 

- Hetta er sanniliga ein stórur og søguligur dagur, bæði fyri okkara land og ikki minni fyri Norðoyggjar og Klaksvík. Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at eg havi fingið heiðurin at siga nøkur orð til eina slíka hátíðarløtu. Tað er bæði sermerkt og stórt - ja, heilt slóðbrótandi!

 

Hann vísti á, at JFK samtakið hevur nógv ár á baki og hevur í fleiri áratíggju myndað Norðoyggjar - í viðgongd og mótgongd, sum hann tók til.

 

- Uttan at fara í smálutir við virðismiklu søguni hjá hesum stóra samtaki, so mugu vit ásanna, at nógv er hent, og mangt er broytt, síðan JFK fekk sín fyrsta trolara.

 

Karl Johansen helt fyri, at tá hugsað verður um umstøðurnar umborð á nýggja Gadusi, so er talan um eina sanna kollvelting. Arbeiðsumstøðurnar eru blivnar nógv betri, og tað er blivið longri millum koyggjurnar.

 

- Eg kann ímynda mær, at hetta passar øllum pørtum væl.

 

Borgarstjórin vísti á, at tá hann var ungur, var tað ótrúliga umráðandi at sleppa innum hjá JFK ella hjá Joensen & Olsen, og sjálvur var hann so heppin at gerast partur av virkseminum hjá Joensen & Olsen.

 

- Hetta var ein góð og lærurík tíð fyri ein ungling sum meg, segði hann.

 

Hann segði, at til tey tilkomnu minnast tíðina, tá hesi bæði samtøkini vóru tvey stór reiðarí, sum høvdu fleiri bein at standa á.

 

- So, tú vónaði sjálvsagt, at tú kundi gera nyttu onkustaðni, nú tú hevði fingið møguleikan. Eg haldi, eg kann siga, at hesin hugburður og dirvi at menna fleiri vinnuøki, er nakað, sum hevur sermerkt vinnuna í Norðoyggjum.

 

Ikki tí, at tað altíð hevur verið ein løtt uppgáva at fara undir nýtt virksemið, men tí, at framsøkin og dugnalig fólk hava sæð týdningin í at skapa avleidda vinnu.

 

- JFK-samtakið hevur gingið á odda hesum viðvíkjandi, og er tað nakað, sum hevur verið við til at tryggja 100-tals húsarhaldum í Norðoyggjum møguleika at arbeiða og at gera mun í sínum nærumhvørvi, so er tað júst hetta samtak.

 

Karl Johansen helt fyri, at flestu fyritøkur, sum hava góða framskrúvu, hava ein ella fleiri persónar, sum eru ímyndin av fyritøkuni. Persónar, sum leggja lív og orku sína í at menna og lyfta - ikki bara fyritøkuna sjálva - men eisini tað lokalsamfelag, sum fyritøkan er partur av.

 

##med2##

 

- Soleiðis er eisini við samtakinum JFK, tí í dag ber ikki til at tosa um JFK uttan eisini at nevna Hanus Hansen. Góði Hanus, teg havi eg altíð kent. Vit hava spælt fótbólt saman, og eg havi altíð fylgt við í tí, sum tú hevur tykist við.

 

Borgarstjórin vísti á, at í nítiárunum var Hanus ein av álitismonnunum hjá Mortani Johannesen umborð á Ennibergi.

 

- At tað í hesum tíðarskeiði fall í tín lut at blíva stjóri í nýggja felagnum hjá JFK, kom neyvan óvart á nakran - dugnaligur og arbeiðssamur, sum fáur ert tú.

 

Karl Johansen segði, at støðan í landinum var kritisk, so tað var ikki tí, at hetta var ein løtt uppgávu hjá Hanusi. Tvørturímóti kravdi hetta áræði og ómetaliga stórt dirvi. Dygdir, sum tú ferð eftir ferð hevur víst í verki á tínari yrkisleið.

 

- Vit liva í einum samfelag, har sterturin á toskinum framvegis er avgerandi fyri, hvussu vit kunnu virka á landi. Saman við øðrum óvissum, so sum kríggi, veðurlagsbroytingum og politiskum broytingum, so hevði tað ikki verið undarligt, um man fall í fátt.

 

Hann helt fyri, at hóast óstøðugar umstøður, hava tey í JFK- samtakinum ferð eftir ferð megnað at ment flotan og harvið gjørt dreymar til veruleika.

 

- Handlingskraftin er ikki at taka feil av! Hóast samtakið JFK er eitt tað størsta í landinum, so eru tað ikki fáar avgerðir, sum verða tiknar av stjóranum sjálvum. Eg rokni ikki við, at eg sigi ov nógv, um eg pástandi, at Hanus er ein av teimum fáu stjórunum, sum megnar at taka skilagóðar avgerðir - uttan viðgerð í fleiri nevndarumførum.

 

Karl Johansen legði aftrat, at hetta hava mong eisini fingið at merkja, tá stuðul og annað verður latin góðum endamálum í býnum og í landinum sum heild. Hjartarúmið hjá Hanusi er ikki at taka feil av.

 

- At tú ert nærlagdur og umhugsin sæst eisini aftur í byggingini av hesum stásiliga skipi. Saman við tínum nærmastu hevur tú tikið lut í teimum minstu smálutunum, og úrslitið er hareftir.

 

Hann segði, at nýggja skipið er ikki bara flott, men tað er eisini hjúklað um umstøðurnar hjá manningini, sum hevur verið serstakliga trúføst. Hetta sigur ikki lítið um trivnaðin, sum samtakið hevur megnað at skapt í fyrrverandi og núverandi umstøðum.

 

- Vegna Klaksvíkar býráð vil eg ynskja tykkum øllum í samtakinum – og okkum øllum her í lokalsamfelagnum - hjartaliga tillukku við hesum stásiliga nýggja Gadusi. Má Harrin verja og varðveita tykkum øll, reiðarí, skip og manning og øllum tykkara avvarðandi, so hetta kann verða til signing fyri alt Føroya land, segði Karl Johansen.

 

##med3##

 

 

 

Myndir: Dávur Winther

Hanus Hansen, reiðari.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.