HM 2022: Stórtjóðir í stórum trupulleikum

Holland, Frakland og Portugal høvdu øll avbjóðingar í kvøld

Fyrstu dystirnir í fyrsta umfari í HM 2022-undankappingini í Evropa hava verið í kvøld. Holland bleiv avsmurt í Turkalandi, Frakland fekk bara javnleik á heimavølli og Portugal mátti hava hjálp at vinna á Aserbadjan. 

Bólkur A:

Tað skuldi eitt sjálvmál til, áðrenn Portugal megnaði at vinna á Aserbadjan. Nógv er gjørt burturúr, at Portugal er við at raka ein gyltan árgang, men tað kom ikki heilt til sjóndar í kvøld. Tað skuldi eitt sjálvmál frá Maksim Medvedev til, áðrenn dysturin koppaði. Portugal var tó greitt omaná við 15 skotum á mál, meðan gestirnir einki høvdu.

Í Beograd vann Serbia 3-2 á Írlandi. Dusan Tadic legði upp til øll trý málini hjá vertunum. Alexandar Mitrovic skoraði tvey av teimum. Fimta liðið í bólkinum er Luksemborg, ið situr yvir í dag.

Støðan:

1.     Serbia 3 stig

2.     Portugal 3

3.     Luksemborg 0

4.     Írland 0

5.     Aserbadjan 0 

Bólkur D:

Frakland er heimsmeistari og liðið er fult av stórum stjørnum, men í kvøld spældi ikki so væl av móti Ukraina, sjálvt um Antoine Griezmann legði vertirnar á odda longu aftaná 19 minuttir. Í seinna hálvleiki javnaði Ukraina, tá Presnel Kimpembe avrættaði bóltin í egið mál. Finnland og Bosnia Hersigovina spældu javnleik 2-2. Teemu Pukki skoraði bæði málini fyri vertirnar úr Finnlandi. Fimta liðið í bólkinum er Kasakhstan, sum situr yvir í kvøld. 

Støðan:

1.     Bosnia Hersigovina 1

2.     Frakland 1

3.     Ukraina 1

4.     Frakland 1

5.     Kasakhstan 0 

Bólkur E:

Í bólki E komu tveir favoritt sigrar. Belgia vann 3-1 á Wales, og Kekkia vann heili 6-2 á útivølli móti Estlandi. Millum málskjúttarnar hjá Belgia vóru kendir menn sum Kevin De Bruyne og Romelu Lukaku. Fyri Kekkia skoraði West Ham stjørnan, Tomas Soucek, hattrik. 

Støðan:

1.     Kekkia 3

2.     Belgia 3

3.     Hvítarussland 0

4.     Wales 0

5.     Estland 0 

Bólkur G:
Dagsins størsti skelkur kom í bólki G, har Turkaland vann 4-2 á Hollandi. Burak Yilmaz skoraði hattrik og tað var 3-0, áðrenn Holland kom inn aftur í dystin. Tað tók ein hálvan tíma hjá Norra at fáa hol á móti Gibraltar á útivølli. Norra vann 3-0, men tað telur niður at Martin Ødegaard mátti av vøllinum í hálvleikinum. Montenegro vann 2-1 á Lettlandi, sum annars kom á odda. Hetjan hjá Montenegro var stóra stjørnan, Stevan Jovetic, ið skoraði bæði málini. 

Støðan:

1.     Turkaland 3

2.     Norra 3

3.     Montenegro 3

4.     Lettland 0

5.     Holland 0

6.     Gibraltar 0 

Bólkur H:

Sæð við føroyskum eygum er tað nokk mest spennandi, at fylgja Malta, sum vit hava spælt móti fleiri ferðir seinnu árini. Teir taptu 3-1 á heimavølli móti Russlandi, men tað var ikki fyrr enn í seinasta minuttinum, at sigurin bleiv staðfestur. Slovenia vann 1-0 á Kroatia í eini spennandi grannauppgerð, har gestirnir vóru favorittar. Á Kýpros endaði tað málleyst móti Slovakia. 

Støðan:

1.     Russland 3

2.     Slovenia 3

3.     Kýpros 1

4.     Slovakia 1

5.     Kroatia 0

6.     Malta 0