Tey fýra londini, ella rættari sagt samtakini, ið bjóða seg fram sum vertir fyri HM 2018, eru Ongland, Russland, og so felags boðini Holland/Belgia og Portugal/Spania.
Mett verður nú, at møguleikin hjá Russlandi minkaði munandi, eftir at forsætisráðharrin, Vladimir Putin, í gjár boðaði frá, at hann ikki ætlar sær til Zürich at verða við tá atkvøðugreiðslan fer fram.
Roknað verður nú við, at Russland og Holland/Belgia verða soldað frá í innleiðandi atkvøðugreiðsluni, og at kappingin tí fer at standa millum Ongland og Portugal/Spania.
Sambært enskum miðlum er Ongland nú favorittur at fáa HM-kappingina í 2018. Landið hevur kastað allar sínar kendu synir inn í lobbyarbeiðið, og David Camoron, forsætisráðharri hevur verið í Zürich seinastu dagarnar. Hann fleyg heim aftur til Onglands at verða við í einari spurnarrundu í Parliamentinum mikudagin, men fór beinleiðis aftur til Zürich, tða henda var av.
Eisini William prinsur roynir at gera sína ávirkan galdandi, eins og David Beckham er í Zürich í eini roynd at fáa HM-kappingina til Onglands.
Eftir tíðarætlanini fer FIFA at boða frá, hvør vinnur útboðið klokkan 15 í dag.