HM-dómari blottaði seg

Ein av dómarunum, sum hava dømt hondbóltsdystir í HM-kappingini í Svøríki, er nú sendur heim, tí hann blottaði seg fyri vaskikonu á hotellinum. At ein dómari kennir spælireglurnar, átti ikki at verið meiri enn sjálvsagt. Kanska kendi ein av HM-dómarunum reglurnar inni á vøllinum, men hann kendi tær í hvussu er ikki inni á hotellinum, har hann búði.

Svenska løgreglan noyddist í gjár at handtaka ein dómara fyri at hava blottað seg fyri eini vaskikonu á einum hotelli í Gøteborg.

- Eg kann vátta, at vit hava tikið ein mann, men hann er nú leyslatin aftur, segði Charlotte Pearson, umboðandi ákæruvaldið í Gøteborg, við nyhetskanalen.se í dag.

Hósdagin hevði dómarin víst seg yvirfyri eini vaskikonu á hotellinum, har hann búði - og hann hevði altso víst meira, enn loyvt er.

Nú er dómarin, sum higartil ikki hevur verið nevndur við navni, sendur heim.