HM: Lítið manglar í hjá Danmark

Eykamennirnir hjá Danmark vunnu ein minni sannførandi sigur á USA

Nú er dúkað til bólkafinalu í millumbólki 4 millum Egyptaland og Danmark mánadagin klokkan 14.30 í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Í dag vann Egyptaland fýramálssigur á Bahrain, og tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinaluni. Eykamennirnir hjá Danmark vunnu á USA, men ikki so sannførandi sum væntað.

 

Kroatia vann á Belgia og hevur ein teoretiskan møguleika at røkka øðrum plássinum í bólkinum. Danmark hevur sjey stig og Kroatia hevur fimm stig. Danmark hevur málmunin pluss 39 og Kroatia pluss 17, so Kroatia skal vinna ein risasigur á Bahrain mánadagin klokkan 17 um teir skulu fara framvið Danmark á stigatalvuni.

 

USA – Danmark 24-33 (10-18)

 

USA : Samuel Hoddersen 5, Patrick Hueter 4, Ian Hueter 3, Aboubakar Fofana 3, Alexandre Chan Blanco 3, Sean Corning 2, Andrew Donlin 2, Nikolas Zarikos 1, Amar Amitovic 1.

 

Danmark : Lukas Jørgensen 8, Magnus Landin 6, Jacob Tandrup Holm 4, Michael Damgaard Nielsen 4, Mathias Gidsel 4, Emil M. Jakobsen 2, Hans Lindberg 2, Mads Mensah Larsen 1, Simon Hald Jensen 1, Mads Hoxer Hangaard 1.

 

Bahrain – Egyptaland 22-26 (9-13)

 

Bahrain : Ali Merza Ali 6, Husain Alsayyad 4, Mohamed Mohamed 4, Qasim Qambar 3, Ali Eid 2, Hasan Ali 1, Mujtaba Alzaimoor 1, Mohamed Ali 1.

 

Egyptaland : Yehia Elderaa 5, Akram Saad 4, Mohammad Sanad 4, Ali Mohamed 4, Mohsen Mahmoud 3, Ahmed Mesilhy 3, Seif Elderaa 2, Ahmed Mohamed 1.

 

Kroatia – Belgia 34-26 (21-13)

 

Kroatia : Marin Jelinic 6, Ivan Martinovic 5, Filip Glavas 5, Luka Sebetic 4, Marin Sipic 3, Josip Sarac 3, Luka Cindric 3, Domagoj Duvnjak 2, Zeljko Musa 2, Igor Karacic 1.

 

Belgia : Raphael Kotters 4, Tom Robyns 4, Arber Qerimi 4, Yves Vancosen 3, Serge Spooren 3, Nick Braun 2, Bartosz Kedziora 2, Yannick Glorieux 2, Jeroen De Beule 1, Simon Ooms 1.

 

Støðan

 

NrLið: DystirVJTMálmunurStig
1Egyptaland4400125:888
2Danmark4310144:1057
3Kroatia4211128:1115
4Bahrain4202105:1174
5Belgia4004110:1400
6USA400489:1400

 

 

 

23. januar:

 

Egyptaland – Danmark. Klokkan 14.30

 

Kroatia – Bahrain. Klokkan 17

 

USA – Belgia. Klokkan 19.30