HM: Danmark flongdi Ungarn

Danmark vann stórsigur í HM-fjórðingsfinaluni

Danmark vann stórsigur 40-23 á Ungarn í HM-fjórðingsfinaluni í Tele-2 høllini í Stokkhólmi.

 

Niklas Landin í málinum hevði hópin av bjargingum, og í álopsspælinum gekk tað framúr.

 

Longu í steðginum var munurin níggju mál, 21-12 til Danmark.

 

Seinastu 20 minuttirnar sluppu eykaleikararnir hjá Danmark at royna seg, men teir vístu heldur ikki Ungarn nakra náði.

 

Danmark-Ungarn 40-23 (21-12)

 

Danmark: Mathias Gidsel 9, Simon B.Pytlick 8, Niclas Vest Kirkelykke 5, Emil M. Jakobsen 5, Magnus Saugstrup Nielsen 4, Mikkel Hansen 4, Jacob Tandrup Holm 2, Lukas Jørgensen 2, Magnus Landin Jacobsen 1.

 

Ungarn: Mate Lekai 6, Richard Bodo 6, Bendeguz Boka 3, Miklos Rosta 3, Gabor Ancsin 2, Pedro Rodriguez Alvarez 2, Zoltan Szita 1.