HM: Danmark vann bronsuna aftaná tepran sigur á Svøriki

Tað eydnaðist donsku kvinnunum triðja endaspælið á rað at vinna heiðursmerki

Mynd: Scanpix

Tað gjørdist talan um ein spennandi HM-bronsudyst í Boxen høllini í Herning millum Svøríki og Danmark.

 

Tað eydnaðist Danmark at vinna ein tepran 28-27 sigur. Í steðginum var Danmark á odda 18-15. 

 

Danmark legði hart út og kom framum 5-1. Svøríki megnaði at minka um munin til 10-9 áðrenn Danmark dróg eitt sindur frá Svøríki aftur og var á odda 18-15 í steðginum.

 

Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Svøríki at leggja seg framum 24-23. Tað endaði tó væl hjá Danmark, ið fyri fyrstu ferð í 25 ár hevur vunnið heiðursmerki í trimum endaspølum á rað.

 

Svøríki – Danmark 27-28 (15-18)

 

Svøríki : Olivia Mellegard 7, Linn Blohm 7, Tyra Axnér 4, Jenny Carlson 2, Jamina Roberts 2, Nina Dano 1, Mathilda Lundström 1, Emma Lindqvist 1, Sofia Hvenfelt 1, Johanna Bundsen 1.

 

Danmark : Anne Mette Hansen 5, Kristina Jørgensen 5, Mie Enggrob Højlund 5, Trine Østergaard Jensen 3, Rikke Iversen 2, Julie Scaglione 2, Kaja Kamp Nielsen 2, Louise Katharina Burgaard 2, Line Haugsted 1, Emma Cecilie Uhrskov Friis 1.

 

Klokkan 20 spæla Frakland og Noreg HM-finalu í Boxen høllini í Herning. 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix