Vit kunnu longu staðfesta nú, at Føroyar vera í ringasti føri næstbesti fimmarin í teimum fýra HM-millumbólkunum.
Føroyar endaðu á fimta plássinum í millumbólki 2 við trimum stigum.
Fimmarin í millumbólki 4, Kekkia vann í dag 32-28 (15-15) á Suðurkorea, men tær fingu bert tvey stig í millumbólkinum.
Suðurkorea endaði aftast í millumbólki 4 við ongum stigi.
Fimmarin í millumbólki 1, Sveis tapti í dag greitt 24-36 (9-18) fyri Rumenia. Sveis endaði á fimta plássinum í bólkinum við tveimum stigum.
Senegal endaði aftast í millumbólki 1 við ongum stigi.
Um Pólland vinnur ella fær javnleik móti Eysturríki í morgin í millumbólki 3, so vera Føroyar besti fimmarin í teimum fýra HM-millumbólkunum.
Um dysturin Pólland-Eysturríki endar við javnleiki hevur Eysturríki trý stig og málmunin minus 22. Føroyar hava trý stig og málmunin minus 16.
So vit mugu øll heppa á Pólland klokkan 17 í morgin.
Til farna EM-endaspæl gjørdust okkara nummar 17 av 24 liðum. Nummar 17 av 32 liðum ljóðar av meira.
Koyr á Føroyar......og Pólland.
Vit venda aftur við endaligu støðunum og øllum úrslitunum í HM-millumbólki 1 og HM-millumbólki 4 seinni í kvøld.











