HM fyri felagslið: Dortmund legði fyri við málleysum javnleiki

Flamengo og River Plate vunnu

Dortmund spældi týsdagin fyrsta dystin í HM fyri felagslið í innleiðandi bólki F. 

 

53.000 setur vóru tóm, og bert 29.000 áskoðarar á MetLife Stadium í East Rutherford í New Jersey sóu Dortmund leika javnt 0-0 móti brasilska liðnum, Fluminense. Mamelodi Sundowns og Ulsan HD eru hini bæði liðini í bólki F.

 

Í bólkinum hjá Chelsea, bólki D vann brasilska liðið, Flamengo 2-0 á tunesiska liðnum, Esperance Tunis á Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia. Chelsea og Flamengo hava trý stig hvør. Esperance og Los Angeles FC hava einki stig. 

 

Argentinska stórliðið, River Plate legði fyri í bólki E við einum 3-1 sigri á japanska liðnum, Urawa Reds. Hini bæði liðini í bólki E eru Inter Milan og meksikanska liðið, Monterrey. Lumen Field leikvøllurin í Seattle í statinum Washington tekur 72.000 áskoðarar. Bert 11.974 áskoðarar vóru til dystin. 

 

Fluminense-Borussia Dortmund 0-0

 

Flamengo-Esperance Tunis 2-0 (1-0)

1-0 Giorgian De Arrascaeta ('17 )

2-0 Luiz Araujo ('70 )

 

River Plate-Urawa Red Diamonds 3-1 (1-0)

1-0 Facundo Colidio ('12 )

2-0 Sebastian Driussi ('48 )

2-1 Yusuke Matsuo, br. ('58 )

3-1 Maximiliano Meza ('74 )