HM í hondbólti: Danmark er í hálvfinaluni

Danmark vann 39-38 í einum sera dramatiskum dysti móti Egyptalandi.

 

Danska hondbóltslandsliðið spælir um heiðursmerki við HM í Egyptalandi komandi vikuskiftið

Tað gjørdist greitt í einum sera dramatiskum dysti í fjórðingsfialu móti vertstjóðini Egyptalandi eftir brotskastskapping, sum Lasse Svan avgjørdi upp á fimtu donsku royndina. Tað stóð 35-35 eftir tvær ferðir longda leiktíð.

Danir áttu at havt tryggjað sær sigurin í fyrra umdystinum – men tá teir vóru á odda, tá fá sekund vóru eftir, fekk Mikkel Hansen reytt kort fyri at draga tíðina út.

Margháttligt var tað tó, at vertirnir gjørdu ein líka stóran feil, tá teir vóru á veg ímóti sigrinum í øðrum umdystinum, so Magnus Landin kundi javna og senda liðið út í brotskastskapping.

Har vísti stóribeiggin Niklas Landin sínar dygdir við at bjarga tveimum egyptiskum royndum, og tá Danmark skoraði upp á fýra út av fimm royndum, var dramaið avgjørt.

/ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##