15.000 áskoðarar í Arena Zagreb vóru vitni til eina ótrúliga HM-fjórðingsfinalu í manshondbólti millum Kroatia og Ungarn.
Tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum var Ungarn á odda 30-26, men við einum ótrúligum endaspurti eydnaðist tað Kroatia at skjóta fimm mál á rað uttan, at Ungarn megnaði at svara aftur.
Zvonimir Srna spældi Marin Šipić frían á strikuna, og hann sendi bóltin í netið til støðuna 31-30 til Kroatia, og fagnaðurin var ovurstórur í Arena Zagreb.
Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Kroatia møtir vinnaranum av dystinum millum Frakland og Egyptaland í HM-hálvfinaluni. Tann hálvfinalan byrjar nú klokkan 19.30.
Kroatia-Ungarn 31-30 (16-16)
Toppskjúttar Kroatia: Filip Glavaš 6, Zvonimir Srna 5, Marin Šipić 5.
Toppskjúttar Ungarn: Zoran Ilic 8, Bence Imre 4, Gergö Fazekas 4.
HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá dystinum:
##med2##