HM í hondbólti hjá kvinnum: Leikskráin fyri millumbólkarnar 1 og 3

Svøríki og Montenegro í millumbólki 1, og Danmark og Týskland í millumbólki 3 eru favorittar til at vinna seg í fjórðingsfinalurnar

Leikskráin er eisini løgd fyri millumbólk 1 og fyri millumbólk 3 í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum, ið er í Danmark, Svøríki og Noregi í hesum døgum.

 

Í millumbólki 1 hava Svøríki og Montenegro fýra stig hvør. Ungarn hevur tvey stig, meðan Kroatia og Senegal hava eitt stig hvør. Kamerun hevur einki stig.

 

Í millumbólki 3 hava Danmark og Týskland fýra stig hvør. Rumenia og Póland hava tvey stig hvør, meðan Serbia og Japan einki stig hava.

 

Her er leikskráin fyri millumbólkarnar 1 og 3:

 

Hósdagin 7. desember 

Bólkur I:

(14:30) Montenegro–Kroatia

(17:00) Senegal–Ungarn

(19:30) Svøríki–Kamerun

 

Bólkur III

(14:30) Serbia–Póland

(17:00) Týskland–Rumenia

(19:30) Danmark–Japan

 

Leygardagin 9. desember

Bólkur I:

(14:30) Senegal–Montenegro

(17:00) Kroatia–Kamerun

(19:30) Ungarn–Svøríki

 

Bólkur III:

(14:30) Rumenia–Japan

(17:00) Serbia–Týskland

(19:30) Póland–Danmark

 

Mánadagin 11. desember

Bólkur I:

(14:30) Kamerun–Senegal

(17:00) Ungarn–Kroatia

(19:30) Montenegro–Svøríki

 

Bólkur III:

(14:30) Japan–Serbia

(17:00) Póland–Rumenia

(19:30) Týskland–Danmark