HM í Libya

FIDE-heimsmeistaraskapurin ver_ur í hesum døgum leiktur í Libya. Flestu favorittar hava telva_ seg fram til fjór_ingafinalurnar í Knock-Out kappingini, men eitt nú mátti bretin Nigel Short (2712) longu í 2. umfari boyggja seg

Ta_ tóktist heldur undrunarvert, tá FIDE fyri umlei_ hálvum ári sí_ani avgjørdi at lata Libya - vi_ einará_isharranum seinastu 34 árini og fyrrverandi stórfíggindi Vesturheimsins Moammar Gadhafi vi_ st_risvølin - skipa fyri kappingini. Hin mangan órokniliga FIDE-forsetin, Kirsan Ilumzhynov, helt, at Libya nú reformativt hev_i opna_ seg upp. Helst hugsa_i hann um almennu vitjanina hjá bretska forsetisrá_harranum Tony Blair í Libya fyri nøkrum mána_um sí_ani, og vinarliga tónan Gadhafi hevur havt mótvegis Vesturheimin seinasta ári_.
Fleiri stórmeistarar hava tó klaga av um avger_ina hjá FIDE at hava kappingina í Libya. Ísraelar sleppa eitt nú ikki inn í landi_, og hevur ta_ elvt ø_i í menn.

Manningin
Teir heilt sterkastu í heiminum taka ikki lut. Kappingin er nevnliga ein li_ur í at finna ein felagsheimsmeistara, har vinnarin í Libya sleppur at møta Kasparov. Vinnarin av hesum dysti, sum helst ver_ur leiktur tí_liga komandi ár, skal sí_ani hitta vinnaran av Kramnik - Leko dystinum, sum ver_ur í septembur/oktobur. Hervi_ fáa vit vónandi einafer_ í 2005/2006 ein sannan heimsmeistara aftur.
Hægstrata_i Veselin Topalov (2737) úr Bulgaria hevur higartil havt eina framúrskarandi kapping. Hann hevur vunni_ sínir dystir (tvey talv) leikandi lætt. Í 1/8-deilsfinaluni vann bulgarin 2-0 móti tí annars vælleikandi Zdenko Kozul (2627). Topalov tykist tungur at syfta, nú fari_ ver_ur undir at telva fjór_ingfinalur.
Russin Alexander Grischuk (2719) og bretin Michael Adams (2731) eru somulei_is millum luttakararnir sum enn berjast um HM-tittulin. Meira um endabrestin í næstu viku.
Danin Peter Heine Nielsen (2638) tapti í 2. umfari móti Teimour Radjabov (2670), men ta_ var_ fyrst eftir snartalvsumdyst. 13 ára gamli Magnus Carlsen (2552) úr Norra, tapti eftir umdyst móti hægri rata_um telvara í 1. umfari.

Olaf maksimum
Olaf Berg (2242) og Ólavur Simonsen (2241) vóru undan kappingarbyrjan stórfavorittar at vinna HT open, sum seinastu tvey vikuskiftini hevur veri_ telva_ í hølum Havnar Telvingarfelags. Kappingin var_ l_st í gó_ari tí_, og vir_islønirnar vóru sera gó_ar, men tíverri luttóku flestir av okkara sterkastu telvarum í Føroyum ikki. Nærum 300 ratingstig skiltu Olaf og Ólavur frá tri_hægstrata_a telvara í kappingini, Herluf Hansen (1956).
Fyrra helvt av kappingini var_ leikt seinasta vikuskifti_, og stø_an var_ tá tann, at Olaf hev_i f_ra stig og fult stigatal, me_an Ólavur og Herluf høvdu hálvtfjór_a stig. Ólavur og Herluf leiktu javnt í 3. umfari. Olaf helt fram vi_ tryggu telvingini hetta seinna vikuskifti_, me_an alt hinvegin rapla_i saman hjá Ólavi. Teir hittust leygardagin í 5. umfari, har Olaf vi_ svarta fólkinum tí_liga fekk útjavna_ stø_una. Og tá Ólavur ikki fann røttu planina og fekk kroysta stø_u, var Olaf skjótur og tók alt stigi_ eftir einans 24 leikum. Talvi_ avgjørdi kappingina. Olaf vann sí_ani á m.a. Herluf og vann uppibori_ HT-open vi_ maksimum skoru, 8 av 8! Havnarma_urin vinnur sær umlei_ 15 ratingstig fyri ómakin. Ta_ má kennast undarligt at einans vinna sær 15 ratingstig vi_ maksimum skoru. Ratingveika manningin hev_i hesum vi_víkjandi høvu_sleiklutin.
Herluf enda_i á 2. plássi vi_ 6,5 stigum og Rani Baldursson úr KTF var_ tri_fremstur í rø_ini vi_ 6 stigum. Eitt sera gott úrslit hjá unglingaføroyameistaranum í 2003, sum eitt nú vann eitt gott talv vi_ svarta fólkinum móti Ólavi. Ólavur sjálvur bleiv nr. 4 vi_ 5,5 stigum, og missur fitt av rating.

Talvi_ hesa vikuna

GM Topalov, V (2737) - GM Movsesian, S (2647)
WCC 2004 (3. umfar), 23.06.2004

1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Fc7 5.Ric3 e6 6.Be3 a6 7.Fd2 Rif6 8.0-0-0 (Topalov velur sum vant tann kompromileysa stílin) 8...Bb4 9.f3 Rie5 10.Rib3 b5 11.Kb1 Be7 (Avb_ti_ á c3 gevur nøkunlunda javnt spæl) 12.Ff2! d6 13.Bb6 Fb8 14.Bd4 Ric6 15.Be3 Rid7 16.g4 0-0 17.g5 b4 (Í slíkum stø_ut_pum í sisilionsku byrjanini er kapprenning móti konginum í hvør sínum bor_i tiltiki_) 18.Ria4 Rice5 19.Rg1 Bb7 (Svartur hevur leikt byrjanina væl, men Topalov er meistari fyri at opna slíkar stø_ur upp) 20.Ria5 Rc8 21.b3 Bc6 22.Rixc6 Rixc6 23.f4 Ric5? (Gevur hvítum lættari spæl móti konginum, samstundis sum svarta c-finnan stendur í vegin fyri rókinum ) 24.Rixc5 dxc5 25.f5 Rie5 26.Bh3 exf5 27.exf5 Re8 28.Bf4 (Bert spurningur um tí_ nær Topalov br_tur ígjøgnum) 28...Bd6 29.g6! hxg6 30.fxg6 Ra7 31.Fg2 Ric4 32.Rxd6! Rixd6 33.Fd5 Rd8 34.gxf7+ Rxf7 35.Be6 Fb7 36.Fg5! Hóttur Fxg7 mát og Fxd8 og svartur gavst tí 1-0