Tað er nú greitt hvørji trý lond eru í bólki við Føroyum í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.
Føroyar endaðu í bólki D saman við Montenegro, Spania og Paraguay.
Montenegro endaði á einum sjeynda plássi í HM-endaspælinum í 2023. Montenegro endaði á einum áttanda plássi í EM-endaspælinum í 2024.
Spania úr styrkisbólki 2 var tó ikki tað besta lutakastið fyri okkara kvinnur. Spania endaði á einum 13. plássi í HM-endaspælinum í 2023, men endaðu so frammaliga sum á einum fjórða plássi í HM-endaspælinum í 2021. Í HM-endaspælinum í 2019 vann Spania silvur. Til seinasta EM-endaspælið endaði Spania á einum 13. plássi. Tá endaðu Føroyar á einum 17. plássi.
Við Paraguay úr styrkisbólki 4 eru vónirnar góðar at vinna seg víðari til ovara bólkaspælið. Paraguay endaði á einum 29. plássi til HM-endaspølini í bæði 2021 og 2023.
Føroyar koma at spæla sínar dystir í bólki í týska býnum Trier, hetta eftir ynski frá týska hondbóltssambandinum. Ferðing verður fyriskipað til Trier. Pláss er fyri 5.400 áskoðarum í Trier Arena høllini. Trier liggur tætt við markið til Luksemborg.
HM verður leikt í Niðurlondum og Týsklandi í døgunum millum 26. november og 14. desember. Vertsbýir eru Rotterdam og S-Hertogenbosch í Niðurlondum, og Trier, Stuttgart og Dortmund í Týsklandi.
Besta kvinnuliga landsliðið í 21. øld, Noreg fer at spæla sínar innleiðandi dystir í H í Trier. Mótstøðuliðini hjá Noreg vera Angola, Suðurkorea og Kasakstan. So tey sum fara til Trier og hava atgongumerkið til allar dystirnar í innleiðandi bólkaspølunum í Trier, tey fáa eisini høvið at síggja framúrskarandi norsku kvinnurnar spæla tríggjar dystir.