##med2##
Seinnapartin var sendingin "Fótbóltspanelið" beinleiðis á FM1.
Vit hoyra frá FSF-aðalskrivaranum, Virgari Hvidbro sum er staddur til FIFA-aðalfund í Katar, HM-lutakastið var eisini á skránni.
Tikið var samanum bragdið hjá U21-landsliðnum í Norðurmakedonia, har hjálparvenjarin Atli Gregersen setti orð á framúr góða avrikið, og Tróndur Arge metti um 4. umfar í Betrideildini.
FM1 sigur frá fýra av fimm dystum í Betrideildini hetta vikuskiftið
Leygardagin klokkan 16: B68-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Leygardagin klokkan 17: AB-Skála (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: EB/Streymur-Skála
Sunnudagin klokkan 15: B36-Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnukvøldið klokkan 18: NSÍ-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)