Tað bleiv ein góður norðurlendskur HM-dagur í Egyptalandi í dag, har bæði Noreg og Svøríki vunnu seg í HM-fjórðingsfinalurnar í manshondbólti.
Svøríki vann ein knúsandi 34-20 sigur á RHF. Longu í steðginum var Svøríki á odda 17-8. Svøríki vinnur harvið millumbólk 4, og skal mikudagin spæla móti tveyaranum í bólkinum hjá Danmark, millumbólki 2 sum antin verður Argentina, Katar ella Kroatia. Svenskarar hava enn ikki tapt ein dyst í HM-endaspælinum.
Vertstjóðin, Egyptaland vann seg við tí ytsta av neglunum í fjórðingsfinaluna aftaná javnleik 25-25 móti Slovenia. Egyptaland var á odda 25-23, men slovenar komu uppá 25-25. Hevði Slovenia fingið eitt mál aftrat var Egyptaland úti av HM-kappingini.
Í millumbólki 3 gjørdi Noreg sína skyldu móti einum væl stríðandi íslendskum liði. Noreg vann tepurt 35-33 á Íslandi. Í steðginum var javnleikur 18-18. Noreg mátti bíða nakrar tímar áðrenn dysturin millum Frakland og Portugal var spældur fyri at staðfesta hvar teir endaðu á stigatalvuni. Frakland stórspældi og vann greiðan 32-23 sigur á Portugal, og vann harvið millumbólk 3. Noreg endaði á øðrum plássi, og skal mikudagin spæla móti Antin Spania ella Ungarn úr millumbólki 1.
Ígjár tryggjaði Danmark sær pláss í HM-fjórðingsfinalunum, og tíbetur sleppa vit undan, at tey trý norðurlondini møtast í fjórðingsfinalunum. Hevði verið stuttligt við Danmark, Noregi og Svøríki í hálvfinalunum.
Úrslit og málskjúttar í dagsins HM-dystum:
Millumbólkur 3:
Ísland – Noreg 33-35 (18-18)
Island : Bjarki Már Elisson 6, Ólafur Andres Guðmundsson 5, Gisli Thorgeir Kristjánsson 4, Ómar Ingi Magnusson 4, Elliði Snær Viðarsson 4, Sigvaldi Bjørn Guðjónsson 3, Arnar Freyr Arnarsson 3, Oddur Gretarsson 1, Kristján Ørn Kristjánsson 1, Magnus Óli Magnusson 1, Ýmir Ørn Gislason 1.
Noreg : Sander Sagosen 8, Harald Reinkind 6, Gøran Søgaard Johannessen 5, Petter Overby 4, Magnus Jøndal 3, Bjarte Myrhol 2, Kent Robin Tønnesen 2, Kristian Bjørnsen 2, Christian O`Sullivan 2, Kevin Maagerø Gulliksen 1.
Portugal – Frakland 23-32 (12-16)
Portugal : Miguel Martins 6, Andre Gomes 4, Alexandre Cavalcanti 3, Diogo Branquinho 3, Victor Iturriza 2, Alexis Borges 2, Fabio Magalhaes 1, Belone Moreira 1, Rui Silva 1.
Frakland : Hugo Descat 8, Dika Mem 5, Timothey N’Guessan 5, Melvyn Richardson 3, Romain Lagarde 3, Michael Guigou 3, Nedim Remili 2, Nicolas Tournat 1, Ludovic Fabregas 1, Kentin Mahe 1.
Algeria – Sveis 24-27 (13-15)
Algeria : Abdi Ayoub 6, Moustapha Hadj Sadok 5, Redouane Saker 3, Daoud Hichem 3, Messaoud Berkous 2, Rahim Abdelkader 1, Sofiane Bendjilali 1, Berriah Abderahim 1, Oussem Boudjenah 1, Nouredine Hellal 1.
Sveis : Andy Schmid 9, Cedrie Tynowski 6, Marvin Lier 4, Alen Milosevic 3, Lenny Rubin 2, Nicolas Raemy 2, Roman Sidorowicz 1.
1. Frakland 10 stig
2. Noreg 8 stig
3. Portugal 6 stig
4. Sveis 4 stig
5. Ísland 2 stig
6. Algeria 0 stig
Millumbólkur 4:
RHF – Svøríki 20-34 (8-17)
RHF : Aleksandr Kotov 5, Pavel Andreev 3, Denis Vasilev 3, Igor Soroka 2, Dmitrii Kiselev 2, Roman Ostashchenko 1, Daniil Shishkarev 1, Dmitrii Zhitnikov 1, Aleksandr Ermakov 1, Dmitry Kornev 1.
Svøríki : Lucas Pellas 8, Hampus Wanne 6, Jonathan Carlsbogard 3, Jim Gottfridsson 3, Albin Lagergren 3, Lukas Sandell 2, Daniel Pettersson 2, Felix Claar 2, Alfred Jonsson 2, Valter Chrintz 1, Anton Lindskog 1, Max Darj 1.
Slovenia – Egyptaland 25-25 (12-8)
Slovenia : Blaz Janc 6, Borut Mackovsek 4, Miha Zarabec 4, Jure Dolenec 4, Matic Suholeznik 3, Matej Gaber 2, Dean Bombac 2.
Egyptaland : Mohammad Sanad 7, Yahia Omar 6, Yehia Elderaa 4, Ali Zein 3, Ahmed Elahmar 2, Seif Elderaa 2, Wisam Nawar 1
Hvítarussland – Norðurmakedonia 30-26 (14-14)
Hvítarussland : Uladzislau Kulesh 7, Aleh Astrashapkin 5, Mikita Vailupau 4, Artsiom Kulak 3, Artsem Karalek 3, Andrei Yurynok 2, Vadim Gayduchenko 2, Viachaslau Bokhan 2, Aliaksandr Padshyvalau 1, Ivan Maroz 1.
Norðurmakedonia : Kiril Lazarov 7, Zharko Peshevski 4, Filip Kuzmanovski 4, Cvetan Kuzmanoski 2, Martin Popovski 2, Nenad Kosteski 2, Stojanche Stoilov 2, Nikola Markoski 1, Filip Taleski 1, Dimitar Dimitrioski 1.
1. Svøríki 8 stig
2. Egyptaland 7 stig
3. Slovenia 6 stig
4. RHF 5 stig
5. Hvítarussland 4 stig
6. Norðurmakedonia 0 stig