Noreg vann stórsigur á Chile í HM-millumbólki 3, men tað var til onga nyttu, tí tað vera Portugal og Brasil sum vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar.
Noreg vann 39-22 (17-11) á Chile í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo.
Men Brasil oyðilegði lítla møguleikan hjá Noregi at røkka fjórðingsfinalunum við at vinna á Svøríki.
Svøríki var risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tað sá ein ikki nógv til í dystinum, ið Svøríki tapti 24-27 fyri Brasil. Serliga í fyrra hálvleiki gekk illa í hond. Brasil var á odda 14-9 í steðginum. Brasilumenn kundu aftaná dystin stórfegnast um roysnið, og um fjórðingsfinaluplássið.
Portugal tryggjaði sær fjórðingsfinaluplássið við greiðum 35-29 sigri á Spania. Spania var annars á odda 16-15 í steðginum.
Portugal hevur sjey stig, og Brasil hevur seks stig. Svøríki og Noreg hava fýra stig hvør. Spania hevur trý stig, og Chile er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Um annað av Svøríki og Noreg røkkur seks stigum ger tað ongan mun, tí Brasil hevur vunnið á bæði Svøríki og Noreg.
Chile-Noreg 22-39 (11-17)
Toppskjúttar Chile: Erwin Feuchtmann 6, Benjamin Illesca 3, Matías Paya 3, Danilo Salgado 3.
Toppskjúttar Noreg: Kasper Thorsen Lien 10, William Aar 6, Tobias Grøndahl 5, Magnus A. Rød 5.
Spania-Portugal 29-35 (16-15)
Toppskjúttar Spania: Daniel Fernandez 6, Agustin Casado 5, Alex Dujshebaev 4.
Toppskjúttar Portugal: Francisco Costa 8, Salvador Salvador 6, Victor Iturriza Alvarez 4.
Svøríki-Brasil 24-27 (9-14)
Toppskjúttar Svøríki: Jonathan Carlsbogård 6, Jim Gottfridsson 5, Lukas Sandell 4.
Toppskjúttar Brasil: Haniel Langaro 4, Hugo Bryan Monte Da Silva 4, Edney Oliveira 3, Denys Alessandro Da Silva Barros 3, Guilherme Borges 3.
Skráin:
22. januar: Svøríki-Portugal 37-37 (18-18)
22. januar: Brasil-Chile 28-24 (13-10)
22. januar: Noreg-Spania 25-24 (10-13)
24. janaur: Spania-Portugal 29-35 (16-15)
24. januar. Svøríki-Brasil 24-27 (9-14)
24. januar: Chile-Noreg 22-39 (11-17)
26. januar: Portugal-Chile (klokkan 17)
26. januar: Spania-Brasil (klokkan 17)
26. januar: Noreg-Svøríki (klokkan 19.30)