HM rakt av atgongumerkjagølu

Tað lúrir ein stór atgongumerkjagøla undir teimum seinastu 4 HM endaspølunum.

Í gjárkvøldið var onglendingurin Ray Whelan handtikin í Rio De Janeiro. Ray Whelan er stjóri fyri Match Hospitality, eitt felag ið selur stórar pakkaloysnir til fótbóltsferðir.

 

Ray Whelan er undir mistanka fyri at hava misnýtt sína makt til at hava fingið atgongumerkir frá FIFA til felagið Match Hospitality, fyri síðani at hava selt tey privat. Match hospitality er annars ein samstarvsfelagi hjá FIFA.

 

Ray Whelan er tann tólvti persónurin, ið er handtikin í samband við eina stóra atgongumerkjagølu av HM í Brasil. Tað eru fleiri persónar, ið hava misnýtt sína makt til at hava fingið atgongumerkir, fyri síðani at hava selt tey í privatum ørindum.

 

Tað ljóðar tó at hetta ikki er nakað nýtt fyribrigdi og at hetta hevur verið ein trupulleiki í samband við tey seinastu 4 HM endaspølini.

 

BBC skrivar at hesir privat persónarnir samanlagt hava fingið ein vinning uppá góðar 500 milliónir krónur yvir hesi 4 HM endaspølini.

 

Men nú tykist tað at hava fingið ein enda.