HM skal spælast um summarið

HM í fótbólti 2022 verður ikki flutt, og skal tí spælast um summarið sum ætlað.

- Alt er klárt at gjøgnumføra HM um summarið. Allir 64 dystirnir verða spældir í Qatar, slær FIFA-forsetin Sepp Blatter fast.

Við hesi útsøgn síni útilokar hann eini flyting til veturin og eitt sundurbýti av kappingini.

Tað eru nevniliga tey sum halda, at drepandi hitin fer at darva fótbóltsspælinum. Dystirnir verða spældir á luftkøldum vøllum við einum hita sum fer at liggja um tey 27 stigini. Men fyri áskoðararnar fer hitin uttanfyri leikvøllirnar helst at skapa ávísar avbjóðingar.

Einu løtuna varð umhugsað at leggja HM um veturin, men tað helst altjóða olympiska nevndin lítið um, tí tey bjóða til OL henda sama veturin.

Tað vóru eisini tey sum undraðu seg um, at tað júst varð Qatar sum fekk heiðurin at verða vertur í 2022, í kapping við Australia, Japan, Suðurkorea og USA. Hetta komst av, at Qatar ikki júst er kent í altjóða fótbóltshøpi.