HM: Spania tapti - Niðurlond hava fult stigatal

Í millumbólki 4 fekk Spania ein avsmurning móti Kekkia

Í millumbólki 4 í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum bleiv spenningurin um fjórðingsfinaluplássini vaktur við sigrinum hjá Kekkia á Spania.

 

Niðurlond vunnu stórsigur á Ukraina og eru fremst við átta stigum. Spania og Kekkia hava seks stig hvør, og vinnur Spania á Niðurlondum sunnudagin, samstundis sum Kekkia vinnur á Brasil eru øll á átta stigum, og so verður tað málúrtøkan, ið avger hvørji tvey lið vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar. 

 

Ukraina – Niðurlond 21-40 (8-19)

 

Ukraina: Milana Shukal 5, Mariana Markevych 3, Olesia Diachenko 2, Karyna Kolodiuk 2, Iryna Kompaniiets 2, Iryna Prokopiak 2, Tamara Smbatian 2, Yevheniia Kohuch 1, Kateryna Kozak 1, Tetiana Poliak 1.

 

Niðurlond: Lois Abbingh 8, Kelly Vollebregt 6, Laura Van Der Heijden 5, Bo Van Wetering 4, Angela Malestein 4Lois Van Vliet 3, Yvette Broch 2, Kelly Dulfer 2, Dione Housheer 2, Larissa Nüsser 2, Tamara Haggerty 1, Nikita Van Der Vliet 1.

 

Kekkia – Spania 30-22 (13-9)

 

Kekkia : Marketa Jerabkova 9, Charlotte Cholevová 8, Veronika Malá 7, Marketa Šustáčková 2, Dominika Zachova 2, Natálie Kuxová 1, Julie Franková 1.

 

Spania : Paulina Perez Buforn 6, Soledad Lopez 4, Paula Arcos Poveda 3, Marta Lopez Herrero 3, Kaba Gassama 2, Carmen Campos 1, Maitane Echeverria 1, Silvia Arderius Martin 1, Ester Somaza Bosch 1.

 

Brasil – Argentina 33-19 (16-7)

 

Brasil: Bruna Almeida De Paula 5, Adriana Cardoso 5, Patricia Matieli Machado 4, Larissa Munhoz 3, Kelly De Abreu Rosa 3, Francielle Gomes  2, Fernanda Paulino  2, Marcela Santos Arounian 2, Tamires Morena 2, Giulia Guarieiro 2, Ana Paula Rodrigues 1, Jhennifer Rosa 1, Gabriela Clausson Bitolo 1.

 

Argentina : Manuela Pizzo 5, Micaela Joana Casasola 4, Rocio Campigli 3, Malena Cavo 2, Graciela Ayelen Garcia 2, Valentina Brodsky 1, Martina Romero 1, Carolina Bono 1.

 

Niðurlond eru fremst við átta stigum. Kekkia og Spania hava seks stig hvør. Brasil hevur fýra stig, meðan Argentina og Ukraina einki stig hava. 

 

Sunnudagin 10. desember

 

Bólkur IV

 

(14:30) Argentina–Ukraina

 

(17:00) Kekkia–Brasil

 

(19:30) Niðurlond–Spania