Svøríki er í HM-finaluni í manshondbólti.
Tað er greitt aftaná rættiliga greiða hálvfinalusigurin hjá Svøríki 32-26 á Fraklandi, ið annars hevur verið besta manslandsliðið í 21. øld. Í steðginum var Svøríki á odda 16-13, og vunnu svenskarar sostatt báðar hálvleikirnar 16-13. Tá Svøríki kom á odda 23-18 í seinna hálvleiki stóð teimum flestu greitt, at fraklendingar sum gjørdu ótrúliga nógvar tekniskar villur í dag ikki fóru at knógva svenskarum.
Andreas Palicka, liðskipari og málverji hjá Svøríki hevði hópin av góðum bjargingum, og stórskjúttin, Hampus Wanne bumbaði 11 bóltar í tað franska málið.
- Hetta er bara ótrúligt. Vit ladaðu upp til dystin sum til ein vanligan dyst, men vit spæla sum eitt lið og vísa, at ein kann koma langt við tí. Hetta er ein serstøk kensla, ið er torfør at greina. Eg komi at sova væl í kvøld, segði Hampus Wanne í samrøðu við svenska Viaplay.
Nú droyma vit um eina reina norðurlendska finalu. Danmark spælir hálvfinalu ímóti Spania klokkan 19.30 í Kairo í Egyptalandi.
Svøríki møtti til HM-endaspælið í Egyptalandi við einum rættiliga smølum hópi, har nakrir lyklaspælarar góvu avboð undan HM-endaspælinum, og tí er talan um eitt framúr gott svenskt avrik, at teir hava vunnið seg í HM-finaluna, ið verður leikt sunnudagin klokkan 16.30.
HM-Hálvfinala: Frakland – Svøríki 26-32 (13-16)
Frakland : Hugo Descat 5, Nedim Remili 4, Ludovic Fabregas 3, Dika Mem 3, Nicolas Tournat 2, Kentin Mahe 2, Luc Abalo 2, Nicolas Claire 2, Jean Jacques Acquevillo 1, Valentin Porte 1, Michael Guigou 1.
Svøríki :Hampus Wanne 11, Daniel Pettersson 6, Jonathan Carlsbogård 4, Jim Gottfridsson 3, Felix Claar 3, Albin Lagergren 3, Lukas Sandell 2.