Høgni fær vald sum varð tikið frá Jenis

Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, fær aftur ta vald, sum Løgtingið tók frá Jenisi av Rana 6. mai í fjør, so at hann ikki slapp at broyta fiskiveiðusáttmálan við Russland

 

Fyri at binda um heilan fingur, so samtykti Løgtingið í fjør, at Løgtingið skuldi spyrjast, áðrenn landsstýrismaðurin í uttanríkismálum kundi taka avgerð um fiskiveiðusáttmálan við Russland.

Hetta ætlar landsstýrið nú at broyta, so landsstýrismaðurin fær tað valdið aftur, sum hann tá misti.

Í dag uppskot frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum lagt fyri tingið um hesi viðurskifti. Í viðmerkingum til uppskotið vísir Høgni Hoydal á, at Løgtingið tann 6. mai í fjør samtykti eina lóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir ímóti Ukraina. Við lógini fekk landsstýrismaðurin heimild at áseta nærri reglur um avmarkandi tiltøk mótvegis Russlandi og Hvítarusslandi, sum eru samtykt av millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóða undirtøku. 

Tiltøkini, sum Føroyar síðani hava sett í verk við kunngerð, eru grundað á avmarkandi tiltøk, sum ES, Noreg og onnur hava sett í verk sum aftursvar móti Russlandi og Hvítarusslandi, við tí endamáli at leggja trýst á londini at steðga krígnum, sbr. kunngerð nr. 105 frá 23. juni 2022.

Tá lógaruppskotið frá landsstýrinum varð samtykt tann 6. mai 2022, var hetta tó við einum broytingaruppskoti um, at tiltøk, sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum, ikki kunna setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg, sbr. § 1, stk. 2.

Av tí at avmarkandi tiltøk kunnu fevna um eina røð av avmarkingum fyri privat, vinnuligt og alment virksemi, kann ein avleiðing av ásetingini í § 1, stk. 2 vera, at Føroyar eftir galdandi leisti ikki kunnu seta somu tiltøk í verk, sum t.d. ES hevur sett í verk. 

Tí verður skotið upp at strika hesa avmarking í løgtingslógini.