Blekkið á nýggjum sáttmála er júst tornað, og nú er greitt, at Høgni Madsen verður partur av hópinum hjá B36 í 2016.
Høgni Madsen er 30 ára gamal, og hevur umframt barndómsfelagið, ÍF, spælt við GÍ, KÍ, NSÍ, EB/Streymi og FC Suðuroy. Høgni er hartarbeiðandi miðvallari, sum ikki er bangin fyri at taka lut í nærdystum, tá tað er neyðugt. Hartil hevur hann eitt frálíkt skot.
- Fyrst og fremst haldi eg, at B36 er eitt ótrúliga spennandi felag, sum tykist vera væl rikið. Tvey FM-heiti á rað boða eisini frá, at stabiliteturin er í lagi, og ítróttarliga verður talan um stóra og spennandi avbjóðing hjá mær. Tað verður sjálvandi stór avbjóðing at bíta seg fastan á liðnum, men eg havi góðar vónir um, at tað fer at eydnast, sigur nýggi spælarin við heimasíðuna hjá B36.
Høgni Madsen skifti í ár til FC Suðuroy, sum tó ikki megnaði at bjarga sær í bestu deildini. Sum skilst, so fer Eli F. Nielsen helst av landinum, og tí skal Høgni røkja verjukenda miðvøllin.
B36 gjørdi fyrr í dag nýggjan tvey ára sáttmála Tórð Thomsen.