Høgraflokkurin hjá Farage yvirhálar Labour

Flokkurin hjá bretska høgravenda politikaranum, Nigel Farage, Reform UK, hevur yvirhálað stjórnarflokkin, Labour, í undirtøku.

Flokkurin hjá høgravenda politikaranum, Nigel Farage, Reform UK, hevur vind í seglunum í Bretlandi og er nú best umtókti flokkurin. (savnsmynd). - Mynd: Temilade Adelaja

Tað vísti ein nýggj veljarakanning í dag frá greiningarfyritøkuni YouGov fyri blaðið Times.

Um val var í morgin, vildu 25 prosent av bretsku veljarunum atkvøtt fyri Reform UK. 24 prosent vildu atkvøtt fyri Labour, og 21 prosent vildu velja Konservativa flokkin.

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, førdi Labour til stórsigur á valinum í fjør, og endaði 14 ár við konservativu stjórnunum.

Men populistisku sjónarmiðini hjá Farage hava hjálpt flokki hansara at fáa fatur á teimum báðum størstu politisku flokkunum í Bretlandi.

 

Ritzau/Reuters

 

Flokkurin hjá høgravenda politikaranum, Nigel Farage, Reform UK, hevur vind í seglunum í Bretlandi og er nú best umtókti flokkurin. (savnsmynd). - Mynd: Temilade Adelaja