Rasmus Højlund mintist ikki gomlu steypafinaluhetjuna hjá FCK

Fyrrverandi, FCK-arin, Rasmus Højlund visti ikki, at hann hevði býtt um troyggju við fyrrverandi FCK-ara

Mynd: tipsbladet.dk

Aftaná venjingardystin á leikvøllinum í Brøndby millum Danmark og Føroyar, ið Danmark vann 2-0 takkað verið einari verjuvillu og einari teprari VAR-rangstøðuavgerð, býttu donsku og føroysku leikararnir um troyggjur.

 

Manchester United áleyparin, Rasmus Højlund var so heppin at fáa troyggjuna hjá Brandi Hendrikssyni - ella var tað øvugt?

 

Tá tipsbladet.dk spurdi fyrrverandi FCK-aran, Rasmus Højlund um hann visti av, at hann hevði býtt um troyggju við ein annan FCK-ara, svaraði Rasmus Højlund, at tað hevði hann ikki hóming av.

 

Tipsbladet.dk spurdi tá Rasmus Højlund um hann ikki mintist hvør skoraði sigursmálið fyri FCK til 3-2 í longdu leiktíðini í finaluni móti FC Vestsjællandi í 2015. Men tá svaraði Rasmus Højlund, at tað mintist hann ikki. 

 

Men sum myndin hjá tipsbladet.dk vísir, so var Rasmus Højlund bara heilt fegin um troyggjuna aftaná hann hevði hoyrt søguna um Brand.

 

Mynd: tipsbladet.dk