Tað eru bátsmanningarnar umborð á Loki, BS Sheen og Mike Galesi, ið hava verið í Føroya rætti í dag, ákærd fyri brot á grindakunngerðina og á politiviðtøkurnar.
Linda Hesselberg, ákæri, hevur í dag avhoyrt ákærdu, og roynt at fáa staðfest, hvat, ið hendi, tá grindadráp var á Sandi hin 30. august.
Skiparin á Loki var fyrstur, og greiddi frá, at teir lógu í Trongisvági, tá teir fingu boð um, at okkurt hendi á Sandoy, og at teir skuldu leggja leiðina hagar og møta B. S. Sheen og Mike Galesi har.
Mike Galesi lá sunnanfyri Vágar og setti beina leið móti Sandi, tá teir hoyrdu, at okkurt var á vási, og eru fyrstir á staðnum.
Ein danskur løgreglumaður, ið varð avhoyrdur sum dulnevnt vitni í Føroya rætti í dag, segði, at Mike Galesi lá einar 300 metrar úr landi, tá danski løgreglubáturin gav teimum tekin um, at fara út um ásetta grindaøkið, tað vil siga at fara út um eina sjómíl frá grindini. Mike Galesi eftirlíkaði umbønini partvís, segði danski løgreglumaðurin. Fáar minuttir seinni vóru teir aftur í samband við Mike Galesi og greiddu teimum frá, at antin fóru teir út um ásetta grindaøkið, ella vóru teir handtiknir. Hesuferð aktaði manningin boðunum og fóru út um eina sjómíl.
Les eisini Grindstop 2014 kostar yvir 3 milliónir krónur.
B. S. Sheen er tá komin til Sands og liggur eini 700-800 metrar frá sandinum á Sandi. Løgreglan biður eisini teir fara út um grindaøkið, og B. S. Sheen leggur seg hjá Mike Galesi.
Eina løtu seinni kemur Loki úr Suðuroynni og leggur seg beinanvegin upp at hinum báðum Sea Shepherdbátunum.
Linda Hesselberg royndi at fáa staðfest, hvat endamálið hjá bátsmanningunum var. Tær søgdu allar, at tær komu fyri at taka myndir av drápinum og hvalunum. Linda Hesselberg ynskti eisini at fáa at vita, hvat talað var um, meðan bátarnir lógu lið um lið uttan fyri grindaøkið. Aftur nú var svarið, at tey tosaðu um, hvussu tey kundu fáa bestu myndirnar.
Les eisini Vita ikki hvat hendir eftir at grindin er skorin á háls.
Umboðini frá Sea Shepherd siga, at meðan tey lógu har og bíðaðu, fingu tey boð um, at hvalirnir vóru deyðir. Tey tulkaðu hetta sum, at nú var drápið av og valdu tí at nærkast sandinum, við tí fyri eyga at fáa fleiri myndir. Fyri at fáa myndir úr ymiskum vinklum, var avgjørt at bátarnir skuldu spjaðast og fara í hvør sína ætt.
Samstundis sum hetta hendir, fáa løgreglumenninir umborð á skjóttgangandi bátinum boð um at kanna, hvørji fólkini umborð á bátunum eru, men júst sum teir nærkast bátunum, spjaðast teir í allar ættir.
Dulnevndi danski løgreglumaðurin var ikki í iva um, at hetta var avtalað spæl frá teirra síðu, fyri at sleppa undan løgregluni, og at tey høvdu vant tað frammanundan.
- Tað, tey gjørdu, hevði einans virkað, um tey høvdu vant tað áðrenn, segði hann í rættinum. Hann greiðir frá, at hann ikki hevur sæð teir venja hetta, men at hann ivast ikki í, at hetta var avgjørt framman undan.
Les eisini Sea Shepherd má í rættin einaferð afturat.
- Allir tríggir bátarnir vóru nú týðiliga innanfyri eina sjómíl og vit valdu tí at fara undir at handtaka teir, segði danski løgreglumaðurin.
Loki verður tikin fyrst. Hann siglir fyrst inn á 800 metrar, áðrenn hann fer út aftur á 1400 metrar, har hann verður steðgaður av løgregluni, og teir báðir menninir umborð verða handtiknir.
Síðani verður farið eftir B. S. Sheen, ið nú einans er 75 metrar úr landi. Hann fær boð um at minka um ferðina, men roynir ístaðin at flýggja. Mike Galesi liggur eini 300 - 400 metrar úr landi og filmar jagstranina eftir B. S. Sheen. B. S. Sheen verður tó skjótt tikin og tær tríggjar kvinnurnar umborð handtiknar.
Tá løgreglan nú vendir móti Mike Galesi, roynir eisini hann at flýggja, men verður steðgaður umleið eina sjómíl úr landi og teir tríggir menninir umborð verða handtiknir.
Danski løgreglumaðurin segði eisini, at fyri teimum var tað heilt greitt, at uppgáva teirra, sum var at forða óviðkomandi bátum at blanda seg upp í grindadrápið, vardi inntil sýslumaðurin gav boð um, at nú var drápið liðugt. Í teirra eygum hevði tað einki at siga, nær hvalirnir vóru deyðir ella ikki - tað var sýslumaðurin, sum skuldi siga frá, nær drápið var av. Tískil metti hann, at løgreglan hevði fulla lógarheimild at handtaka manningina og leggja hald á bátarnar.