Hol á spurningin um sjálvstýri

Á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági um vikuskifti varð hol sett á spurningin um, hvussu vit í framtíðini skulu skipa okkara ríkisrættarligu viðurksifti.

 

Spurningurin um viðurskiftini við Danmark hevur merkt politiska kjakið alla hesa øldina. Tvinnir hava pólarnir verið. Sambandsflokkurin vil ikki gera broytingar í heimastýrislógini, meðan Tjóðveldisflokkurin ikki vil tosa um aðra og skilabetri loysn enn loysing.


Tað er av størsta týdningi, at føroyingar politiskt megna at gera semju um ríkisrættarligu viðurskiftini, um ikki næsta hálva øldin skal vera ein oyðimarkargongd, har eingin vísir seg at hava nóg sterkan rygg at fáa í lag eina politiska loysn á hesum øki.


Loysing í sjálvum sær er einki endamál. Hinvegin kann tað bara verða skilagott, at vit fáa skipað viðurskifti - har tað eru vit føroyingar, ið stinga út í kortið kósina. Tí má gongda leiðin liggja ímillum báðar mótpolarnar, og er ein breið politisk semja tí neyðug.


Okkara áheitan á allar politiskar flokkar er, at teir við opnum sinni taka upp hendan spurningin. Tað ber ikki til, at flokkar læsa seg fastar í eini støðu, sum er tikin út frá 50 ára gomlum fortreytum. Danmark er í dag eitt annað samfelag, enn tað var í 1948. Og Danmark er eisini partur av einum størri samfelag (ES), sum vit hava valt ikki at vera partur av.


Um vit vilja tað, ella ikki, so eru broytingar neyðugar. Vit skylda eisini uppvaksandi ættarliðnum, at viðurskiftini verða so greitt skipað, at tað til eina og hvørja tíð er Føroya fólk, ið skal gera av, um vit framhaldandi skulu verða í ríkisfelagsskapinum


Javnaðarflokkurin hevur nú eisini boðað frá, at hann aftur fer at leggja fyri tingið uppskot um setan av stjórnmálanevnd, sum skal viðgera allan hendan spurningin. Fyrr í ár feldi tingið eitt slíkt uppskot, men undir viðgerðini á tingi vísti tað seg, at meiriluti var fyri at seta slíka nevnd. Men løgmaður kroysti Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin at fella uppskotið - annars skrivaði hann út val. Fyri at varðveita samgonguna, seldu Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin hugsjón sína.


Leggið til viks allar fordómar - og gamlar ræðumyndir. Gerið eina politiska semju, sum við virðing fyri føroysku og donsku tjóðini, greitt vísir, at vit føroyingar fáa okkara egna samleika.


Tað er gagnligt politiskt arbeiði ?