Rættarfundurin í Eystara landsrætti um tollmálið, har Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, journalistur í Kringvarpinum og Sveinur Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting, hava kært dómin í Føroya rætti, har tey vórðu funnin sek í at hava ærumeitt formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, er nú byrjaður.
Í løtuni er tað advokaturin hjá kringvarpsfólkunum, Ole Liedke, ið framleggur síni prógv, ið skulu staðfesta, at fjølmiðlaumrøðan av tollmálinum ikki fór út um mark.
Prógvini eru í høvuðsheitum tey somu sum í Føroya rætti. Tað vil siga almenn skjøl frá tollvaldinum og øðrum stovnum, ið staðfesta, at tollkreditturin var uppsagdur, umframt at man á eftirlitsvitjanum hevði staðfest, at ótollaðar vørur ikki vóru á lagrinum, men vóru helst seldar víðari áðrenn tær vórðu tollaðar.
Verjin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen, hevur havt nakrar viðmerkingar til framløguna hjá Ole Liedke. Millum annað hevur hann víst á, at smápartafelagið Handilsvirkið Niclasen aldrin fekk boðini um, at tollkreditturin varð uppsagdur.
Advokatarnir vóru annars ósamdir um mannagongdina í rættarmálinum fyrr í morgun, og seinkaði tað fundin. Danski verjin ynskti, at rætturin einans skuldi taka støðu til tey sekstan sitatini, ið vórðu nevndir í sjálvum dóminum í Føroya rætti, meðan Christian F. Andreasen metti, at rætturin átti at taka støðu til øll sitatini frá fyrra rættarmálinum.
Ein semja varð gjørd, har Christian F. Andreasen fekk viðhald í, at tey 70 sitatini eru partur av upprunamálinum og tí má rætturin taka støðu til tey, meðan danski verjin fekk viðhald í, at tey sekstan sitatini eru umboðandi fyri alt rættarmálið.
Fýra dagar eru settir av til rættarmálið.