Holið eftir Teit Gestsson var stórt

Við fínum hugburði og 3-2 heimasigri styrkti NSÍ um møguleikan at sleppa upp í part í Europa, meðan HB møguleikin at vinna FM kámaðist heilt nógv

NSÍ spælararnir vóru alt annað enn nøgdir við avrikið, tá ið teir næstsíðsta vikuskifti taptu 3-0 í Sørvági.

 

-Í kvøld var setningurin at vísa fyri okkum sjálvum og øllum øðrum, at avrikið í Sørvági var alt annað enn tað, sum vit eiga í okkum, og tað eydnaðist. Vit stríddust væl og arbeiddu ein fyri allar og allir fyri ein, og sjálvandi kennist 3-2 sigurin ógvuliga søtur, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

Og er fjórða plássið nú heilt tætt við at vera tryggjað?

 

-Avgjørt ikki. Um vit avrika soleiðis næstu ferðirnar, sum vit gjørdu í Sørvági, so røkka vit ikki fjórða plássinum, men um vit avrika soleiðis, sum vit gjørdu í kvøld, so hava vit møguleikar næstu ferðirnar, sigur NSÍ liðformaðurin í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

HB liðformaður í kvøld var Viljormur Davidsen. Hann ásannar, at hetta var ikki besi dysturin hjá HB:

 

-NSÍ spældi væl, og hetta var ikki besti dysturin hjá okkum í ár. Veðrið kunnu vit ikki skylda uppá, tí tað nógvi vindurin argaði báðar vegir. NSÍ spældi undan í seinna hálvleiki, og tá skoraði heimaliðið tvey mál. Vit høvdu møguleikar, men bólturin endaði á tvørtrænum, tá ið Leivur F. Guttesen hevði góða roynd úr høgru. Tað var so mikið javnt, at tað væl kundi havt endað javnt, og kanska kundu vit havt vunnið við einum máli, men nú er ikki annað at gera hjá okkum enn at hava fokus á næstu uppgávuni, sum verður leygardagin í Fuglafirði, sigur Viljormur Davidsen.

 

Mikkel Dahl stútaði við handara stólpa HB á odda, tá ið eitt lítið korter var farið. Tað var eftir innlegg frá væl upplagda Leivi F. Guttesen.

 

Tíggju minuttir undan steðginum javnaði NSÍ til 1-1. Uppleggið átti Petur Knudsen, og tað var Klæmint A. Olsen, sum var púra leysur, tá ið hann skoraði.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevði HB greiða yvirvág, men tað var NSÍ, sum legði seg á odda. Petur Knudsen sendi horna inn úr vinstru. Kanska spældi vindurin eitt puss, og Rasmus Nilsson, sum í kvøld avloysti skadda Teit Matras Gestson í málinum, leyp ikki út úr málinum. Bólturin datt fyri føturnar á Steffani A. Løkin, sum við handara stólpa stýrdi bóltin í málið.

 

Smáar tíggju minuttir undan leikloki svaraði HB aftur. Kristian Joensen í NSÍ málinum stórbjargaði, tá ið HanusSørensen royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum, men bólturin støkk út til Noah Mnenéy, sum úr høgru og við høvdinum sendi bóltin í handara síðunetið.

 

3-2 NSÍ sigursmálið tveir minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, komst eftir stóran brølara í HB verjuni. Heðin Hansen legði bóltin aftur til málverjan, sum hevði ilt við at temja bóltin. Klæmint A. Olsen var sum ein leyva á málverjanum, sum feldi NSÍ álopsspælaran. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ, sum Petur Knudsen setti í málið og løtu seinni var 3-2 heimasigurin veruleiki.

 

-Eg legði til merkis, at málmaðurin ikki var heilt tryggur við støðuna, tá ið teir løgdu bóltin aftur til hann, og so hevði eg eitt vakið eyga við tí, og tíbetur eydnaðist tað at vinna brotssparkið, sum bar sigursmálið við sær, sigur Klæmint A. Olsen

 

 

 

NSÍ – HB 3-2 (1-1)

 

0-1: Mikkel Dahl

 

1-1: Klæmint A. Olsen

 

2-1: Steffan A. Løkin

 

2-2: Noah Mnenéy

 

3-2: Petur Knudsen br

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, James Michael Drye, Lars Agardius – Betuel Hansen, Beinir Nolsøe, Steffan A. Løkin – Búi Egilsson, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Venjari: Jens C. Wedeborg

 

HB: Rasmus Nilsson – Ási P. Dam, Heðin Hansen, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy – Leivur F. Guttesen, Mikkel Dahl, Emmanuel Duah

 

Venjari: Adolfo Sormani