Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Holland tveitt út tí ein kvinna hevur meldað

Hollendska umboðið í Eurovision verður kannaður av svensku løgregluni eftir eina klagu frá einum kvinnu í framleiðsluliði

Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Hollendski finalsturin í Eurovision, Joost Klein, sleppur ikki á pallin í kvøld í finaluni í kvøld vegna eina løgreglukanning.

Tað upplýsir fyriskiparin av Eurovision, European Broadcasting Union (EBU), í eini fráboðan á heimasíðuni.

Svenska løgreglan kanna eina melding frá eini kvinnu í einum framleiðsluliðið í Eurovision.

– Vit vilja fegin gera greitt, at mótsætt tí ið fleiri hava spekulerað í á sosialinum miðlum, so snýr hendan hendingin seg ikki um nakað annað listafólk ella nakran annan í liðnum.

– Vit halda fast við null-toleransu mótvegis óhóskandi atburði til okkara tiltøk og binda okkum til at tryggja eitt trygt arbeiðsumhvørvi fyri øll starvsfólk við kappingina, skrivar EBU.

Tað er fyribils ógreitt, hvat hendan meldingin snýur seg um. Men EBU skrivar, at Joost Klein við sínum atburði hevur brotið kappingarreglurnar hjá Eurovision.

/ritzau/

##med2##

 

##med3##

 

Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix