Hollywood slatur

Hugh Grant og Hurley ? enn einaferð
Nú er slaturin farin at ganga um, at Hugh Grant og Liz Hurley hava funnið saman aftur, eftir at hava verið frá hvørjum øðrum í eitt longri tíðarskeið.
Tey bæði avsanna slaturin og siga, at tey einans eru vinir.
Men hvussu er og ikki, so hevur Hugh stuðlað og hjálpt Hurley væl, síðani hon rýmdi frá Steven Bing, sum hon eigur sonin, Damien, við. Tey bæði hava eisini verið á skíferiu í St. Moritz, og har sóu tey út til at vera nógv meira enn bara vinir.

Nicole Kidman vann Golden Globe
Nicole Kidman streyk avstað við heiðrinum sum besti kvinnuligu leikari fyri sín leiklut í filminum The Hours. Í hesum leiklutinum er Kidman ikki til at kenna aftur, tí hon hevur broytt sína útsjónd, at sjálvt hennara nærmastu vinir siga, at teir ikki høvdu kent hana, um tey ikki vistu, at tað var hon. Og so sum Kidman altíð ger, spælir hon knasandi væl í filminum. Og tað hevur hon so fingið løn fyri nú. Spennandi verður at vita, um hon eisini verður í uppskoti til Oscar virðislønina, sum er einasta virðisløn, sum verður mett hægri enn Golden Globe. The Hours vann eisini Golden Globe fyri besta film.
Virðislønina fyri besta mannliga leikari í einum filmi vann Jack Nicholson fyri sín leiklut í filminum About Schmidt.
Onnur, sum eisini vunnu sær eina Golden Globe virðisløn vóru: Renee Zellweger, Chicago, Richard Gere, Chicago, og Meryl Streep, Adaption.
Innan sjónvarp vunnu millum onnur hesi Golden Globe: Jennifer Aniston, Vinir, Uma Thurman, Hysterical Blindness og Kim Cattral, Sex and the City.

Madonna hatar Ongland
Madonna er vorðin so troytt av at búgva í Onglandi, at hon nú hevur gjørt av at selja húsið. Vinir hjá Madonnu siga, at hon stutt sagt hatar Ongland. Tey siga, at henni dámar ikki veðrið, fólkið ella nakað, sum hevur við Ongland at gera.
Tí hevur hon gjørt av, at børnini Lourdes og Rocco skulu vaksa upp í USA. Men tað er ikki gott at vita, hvat gemalurin, Guy Ritchie sigur til tað, tí hann er breti burturav. Honum dámar ikki at búgva í USA, og hann hevur fleiri ferðir funnist at tí. So um flytiætlaninar hjá Madonnu fara at enda við hjúnarskilnaði ? tað kann tíðin bara vísa.

Gwyneth Paltrow og Chris Martin
Tað sær ikki mætari út enn, at sambandið millum tey bæði Gwyneth Paltrow og forsangaran í Coldplay, Chris Martin, bara verður heitari og heitari. Og tað gongur eisini skjótt fyri seg, tí tað er ikki so langt síðani, at tey vórðu sædd saman fyrstu ferð, men tá einans sum vinir.
Gwyneth skal í øllum førum hava hildið jól saman við Chis og hansara foreldrum í Exeter í Onglandi. Síðani hava tey bæði verið heima hjá Paltrow, har tey hava fingið tíðina at ganga við millum annað at fara í januarútsølu.

Hollywood er rasistiskt
Hetta sigur Salma Hayek, sum er av meksikanskum uppruna.
Hon sigur, at um rasisma hevði eitt annað navn, so var tað Hollywood. Hon sigur, at tað verður gjørdur týðiligur munur á henni, tí hon er meksikansk og so øðrum, sum ikki eru av øðrum uppruna.
- Í Hollywood hyggja øll niður á teg, um tú ert av meksikanskum uppruna. Ein kann vera púra vísur í, at ein ikki er ynsktur har, sigur Salma Hayek í øðini. Hon spælir júst nú við í filminum Frida. Upptøkurnar ganga fyri seg í Meksiko og eru ikki lidnar enn.
Júst hví Salma Hayek kennir seg so niðurgjørda av Hollywood, sigur søgan tó onki um.

Maurice Gibb skeiva viðgerð
Nú eru tey avvarandi hjá Maurice Gibb farin at tosa um, at tá Bee Gees-sangarin Maurice Gibb andaðist á Mount Sinai sjúkrahúsinum í Miami, var tað tí hann fekk skeiva viðgerð.
Gibbs bleiv innlagdur við ógvusligari pínu í maganum, og sagt var, at orsøkin til pínuna var blokeringar í tarmunum. Hann bleiv lagdur undir skurð og kom fyri seg aftur. Tey avvarandi tosaðu tá við hann, men brádliga fekk hann hjartaslag, og tað megnaði kroppur hansara ikki.
Sjúkrahúsið avsannar tó alt tos um, at Gibb fekk skeiva viðgerð.


Leysatíðindi
? Lisa Marie Presley er møguliga við barn. Pápi at barninum er Nicholas Cage. Teirra avbera stutta hjúnarlag, sum vardi einans tríggjar mánaðar, fór annars í vaskið, tí Presley segði, at hon ikki vildi hava fleiri børn.

?Jennifer Lopez vildi hava tann flotta og dýra handilin Barney´s í New York
at steingja fyri øllum øðrum, so at hon kundi keypa inn í frið og náðum,
men tað fekk hon eitt stutt og greitt nei til.

? Meg Ryan hevði helst fingið skeiva beinið út úr songini ein dagin, tá hon var og keypti. Hon skeldaði damuna, sum fekk henni út, tí hon helt ikki, at hon gjørdi nóg skjótt av.

? Harrison Ford var deyðanum nær ein dagin, tá hann sjálvur legði kropp til eina stuntscenu. Ford er 60 ára gamal, men tað heldur honum ikki aftur. Han sat í einum bili, sum koyrdi inn í ein vegg, men hann slapp tó við smávegis snuddum.

?Drew Barrymore er púra vekk í sjeikinum hjá sær, rocktónleikarin, Fabrizio Moretti. Tað skal eitast so, at hon er tilreiðar at gifta seg við honum. Um so verður, so verður hetta triðju ferð, at Drew giftist.