ÚTISETI
Todi Jónsson hevur ikki enn skrivað undir nýggjan sáttmála við FCK. Eftir venjingina mánadagin var Todi á fundi við Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóran í FCK, men einki ítøkiligt spurdist burturúr.
? Vit tosaðu saman, og vit eru samdir um at halda fram við samstarvinum. Men einki ítøkiligt kom burturúr uttan tað, at vit gjørdu av at hittast aftur fríggjadagin, sigur Todi Jónsson á heimasíðuni todi.fo.
Einki verður sagt um orsøkina til, at sáttmáli ikki varð undirskrivaður mánadagin. Men tað ber til at ímynda sær, at teir hava togast eitt sindur um treytirnar fyri samstarvinum. Tað vil millum annað siga lønina og tíðarskeiðið, sum sáttmálin skal fevna um.
Nýtt lív í
John Faxe Jensen, sum er hjálparvenjari í Brøndby, kveikti í gjár nýtt lív í danska fótbóltstosið. Seinasta umfarið undan vetrarsteðginum verður nú sunnudagin. Undan átjanda umfarinum hevur BT spurt venjararnar hjá feløgunum í superliguni, hvør teir rokna við fer at standa við gullkrónunum, tá ið tey 33 umførini eru spæld. Mest sum allir venjararnir taka tað meiri ella minni fyri givið, at tað verður FCK, sum verður meistari.
Men hjálparvenjarin hjá Brøndby er ikki samdur. Hann vísir á, at Brøndby í vár skal spæla tvær ferðir ímóti FCK. Og um teir vinna báðar dystirnar, so verður munurin bara trý stig, og tað heldur hann ikki vera nakað at tosa um.
Faxe leggur afturat, at hann heldur FCK spæla keðiligan og verjukendan fótbólt. FCK hevur oftast átta spælarar í verjuni, og tað er ikki so undirhaldandi sum tann mátin, sum Brøndby spælir fótbólt, heldur John Faxe Jensen.
Hans Backe, venjarin hjá FCK, vil ikki gera viðmerkingar til bersøgnu og provokerandi útsøgnina hjá John Faxe Jensen.