Holst flongdi botnliðið

Føroyski landsliðsleikarin stóð fyri seinasta málinum hjá gestunum, tá seinni hálvleikur var nær um hálvrunnin. Jesper Bech, Simon A. Pedersen og Peter Degn skutu hini málini hjá Silkeborg.

Við sigrinum varðveitir Silkeborg fjórða plássið í bestu donsku deildini. HB Køge, sum hevur føroyska Hans Jørgensen í hópinum, er botnlið. Liðið hevur heili 15 stig upp til bjargingina.

 

Hini úrslitini í donsku SAS-liguni um vikuskiftið:

 

FC Midtjylland ? OB 2-2

Esbjerg fB ? Randers FC 0-0

Brøndby ? SønderjyskE 1-1

FC København ? AGF 5-0