Holst skoraði í Turkalandi

Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst er saman við liðfeløgunum í Lyngby á venjingarlegu í Turkalandi í hesum døgum

Lyngby skal venja og spæla venjingardystir har. Liðið hevur spælt ein venjingardyst, og hann var ímóti russiska liðnum FC Ural. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Christian Lamhauge Holst spældi við í fyrra hálvleiki og skoraði málið hjá Lyngby.