Fyrrverandi landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst var millum málskjúttarnar, tá Fremad Amager í triðbestu donsku fótbóltsdeildini vann seg uppá oddasessin við einum 2-1 heimasigri á Middelfart í dag.
Middelfart var á odda 1-0 í steðginum við einum máli. sum Casper Johansen skoraði í 38. minutti. Tað vóru bert farnir fýra minuttir av seinna hálvleiki, tá brotsspark var dømt til Fremad Amager. Christian Lamhauge Holst var settur at skjóta. Holst skeyt ikki besta brotssparkið hann hevur skotið í síni tíð, sum yrkisspælari, men bólturin smeyg sær akkurát innum málstrikuna til 1-1.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat tryggjaði Olcay Senoglu Fremad Amager øll trý stigini til stóran fagnað fyri størsta partin av teimum 1.150 áskoðarunum kring leikvøllin í Sundby á Amager.
Fremad Amager er nú á odda í uppflytingarbólkinum í triðbestu, donsku fótbóltsdeildini við 16. Frem og Brabrand hava 15 stig. Trý tey ovastu liðini flyta upp í næstbestu donsku fótbóltsdeildina. Hellerup er nummar fýra við 12 stigum.