flogbóltur
Tveir av føroysku landsliðsleikarunum í mansflogbólti, Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu, fóru aftur í eldin fyri felag sítt, tá Holte mikukvøldið vitjaði Amager VK.
Holte, sum akkurát var ov stutt at røkka elituendaspælinum, telist millum favorittarnar í elitukval-røðini, og tað eydnaðist eisini liðnum at vinna dystin á Amager, har Jóhann Nielsen annars eisini er á liðnum.
Endaliga úrslitið gjørdist ein 3-1 sigur til Holte, sum tó mátti vera Bárð fyriuttan tey bæði seinastu settini. Bárður hevur síðani Skotlands-ferðina hjá landsliðnum verið darvaður av einum skaða í alboganum, og tí valdi hann at gevast, áðrenn skaðin versnaði enn meira.
Men fyri hetta gavst Holte ikki á hondum, og teir vóru so sanniliga heldur ikki fyriuttan eitt føroyskt ískoyti. Ragnar hevur so við og við ment seg til ein alt meira týðandi lut á liðnum hjá Holte, og hesaferð slapp hann so eisini at royna seg sum match-vinnara. Hetta, tá hann við tveimum smashum á rað setti endaligt punktum fyri dystinum.
Í hinum bólkinum í elitukval-røðini vóru føroyskir leikarar eisini í dystin. PVC Lyngby við Suna Juul og Steinari Eirikstoft á liðnum vann 3-1 á Lyngby Volley, og soleiðis er tvey av føroysku útisetaliðunum í løtuni á odda í kappingini um at spæla í eliturøðini næsta ár. Men enn er so bara ein dystur farin av endaspælinum, so talan er framvegis um nógv arbeiði, sum skal gerast, um tey skulu halda fast um plássini.