Hon bleiv fríkend

Rætturin í Helsingfors fríkendi í gjár fyrrverandi forsætisráðharran Anneli Jæættenmæki fyri valdsmisnýtslu

Anneli Jæættenmæki var ákærd fyri at hava ognað sær loynilig skjøl av forsetaskrivstovuni, meðan hon var andstøðuleiðari. Hetta var beint upp undir ríkisdagsvalið í mars í fjør, og Jæættenmæki nýtti upplýsingarnar í teimum loyniligu skjølunum undir valstríðnum.

Við hesum upplýsingunum kundi hon vísa á, at Paavo Lipponen, forsætisráðharri, hevði tosað við amerikonsku stjórnina um Irak, og at forsætisráðharrin hevði stuðlað amerikonsku álopsætlanini, sjálvt um Finnland alment var ímóti. Úrslitið varð, at Miðflokkurin vann valið, og at Anneli Jæættenmæki gjørdist stjórnarleiðari.

Men bara nakrar fáar vikur seinni bleiv avdúkað, at hon hevði nýtti tey loyniligu skjølini, og at hon hevði misnýtt sína støðu fyri at fá afatur á teimum. Málið hevði við sær, at hon máti leggja frá sær sum forsætisráðharri.

Men í gjár fríkendi rætturin hana. Ráðgevin hjá forsetanum, sum lat Anneli Jæættenmæki fáa skjølini, bleiv dømdur at gjalda 3600 evrur í bót.