Hon hjálpir roykjarum at leggja av

32 ára gamla Mette Føns úr Danmark arbeiðir fulla tíð við at hjálpa roykjarum at leggja krabbameinspinnin á hillina. Seinastu dagarnar hevur hon havt skeið í Føroyum, og roykjarar í stórum tali hava lagt av. Tú fært meginpartin av pengunum aftur, um skeiðið ikki gevur nøktandi úrslit

? Fyrr roykti eg sum ein skorsteinur. Eg festi mær í 30 sigarettir um dagin, sigur Mette Føns, tá vit hitta hana í snotiligu men heldur køldu fundarhølunum uppi á Hotel Føroyum.
? So fekk eg eina bók frá einum vinfólki. Høvuðsboðskapurin í bókini var, "stop trying, do it". Hetta hjálpti mær at leggja sigarettirnar frá mær og burturúr tubbakstrongdini. Nú eg havi ikki roykt í seks ár, greiðir tann mjávaksna og ljóshærda danska kvinnan frá.
Men hvat er tað í veruleikanum, ið ger, hon hon kann hjálpa fólki við at leggja av?
? Tað má vera eitt ella annað gott við at roykja. Annars vóru ikki so nógvir roykjarar. Eg elskaði eisini at roykja tann tíð, tað var. Tí royni eg fyrst at vísa á fyrimunirnar við at roykja, sigur Mette.
? Tað er tó bert ein villleiðing, at tað er gott at roykja. Fólk halda, at tey vera róligari og minni stressaði, um tey fáa royk niður í lunguni, men hetta passar ikki. Veruleikin er beint øvugt, sigur hon. Tað er meira stressandi at roykja enn at vera fríur fyri hesi trongd.
? Tá eg havi víst á fyrimunirnar við royking, bróti eg øll míni egnu argument niðuraftur. Við at byggja tað upp á henda hátt skilja roykjarar, at tað gevur meining at leggja av, og at alt tað góða við royking er snýt og bedrag, greiðir ein avgjørdur antiroykjari frá.

Vanligt vit og skil
Mette Føns vísir á, at tað, sum hon hevur at bera fram, bert er vanligt vit og skil.
? Eg haldi, at mátin, eg beri boðskapin fram á hesum skeiðnum, ger, at roykjarar skilja hann betur. Lykilin er at takkla abstinensirnar, so at tað at leggja av ikki gerst eitt helviti fyri roykjaran. Tey flestu eru hjartbangin fyri at leggja av, sigur Metta Føns.
Eitt, sum fólk ofta siga, er, at tey gerast tjúkk, tá tey leggja av. Orsøkin til tað er, at roykjarin, sum hevur lagt av, tekur synd í sær sjálvum og fer at eta meira ístaðin.
Mette Føns vísir eisini á, at nógvir roykjarar eru leiddir við at hoyra fólk siga teimum, at tey "burdu lagt av", tí tað veit ein roykjari væl.
Skeiðið leggur upp til, at roykjarar leggja sigarettirnar á hillina frá einum degi til annan. Spurd um tað ikki er betri at skera niður so hvørt svarar Mette, at tað trýr hon ikki uppá.
? Um tú sker niður uppá sigarettirnar, fert tú kanska frá at roykja tjúgu til fimm ella tíggju um dagin. Hesar fimm sigarettirnar fara síðani at kennast ónatúrliga væl, og tað gevur sjáldan úrslit í longdini, sigur Mette.
"The hard way is the easy way" er eitt av slagorðunum hjá henni. Tað er lættari í longdini at leggja av beinanvegin.

Roykja á skeiðnum
Skeiðið hjá Mette Føns tekur fimm tímar, og tá skulu fólk verða "turrløgd". Meðan skeiðið varðar sita fólk og roykja. Síðani fáa tey boð um, at nú roykja tey sína næstseinastu og síðstu sigarett.
? Orsøkin til at fólk sleppa at royka er einføld. Um tey ikki sluppu at roykja á skeiðnum, hevði tað verið torført hjá mær at fingið mín boðskap fram, tí stórroykjarar høvdu havt ilt við at konsentrera seg uttan sigarettina í hondini, sigur Mette Føns.
Mette Føns hevur havt slík skeið í hálvttriðja ár, og hon hevur síni egnu høli á Fredriksberg í Keypmannahavn.
Hon sigur, at tað ber væl til at liva av hesum, tí nógvir roykjarar vilja leggja av. Mette er útbúgvin pedagog, og at byrja við arbeiddi hon bæði í barnagarði og hevði skeið um kvøldið, men síðan oktober í fjør hevur hon arbeitt fulla tíð við hesum.
Skeiðið byggir á bøkur og faldarar, sum ein Allen Carr úr Onglandi hevur skrivað. Hann roykti hundrað sigarettir um dagin, áðrenn hann gavst.
Mette hevur verið á hansara skeiðum í Onglandi og hevur soleiðis lært seg hansara hættir at hjálpa fólki at leggja av.

Pengarnar aftur
Um ein roykari ikki leggur av eftir at hava verið á skeiði hjá Mette, kann viðkomandi fáa pengarnar aftur. Skeiðið kostar 1700 krónur, og tú fær 1200 krónur aftur, um tað ikki riggar. Tær 500 krónurnar fara til ymsar útreiðslur í sambandi við skeiðini.
? Ein roykjari skal ikki prógva fyri mær, at hann ikki hevur lagt av, men viðkomandi fær peningin beinanvegin, um hann sigur, at tað ikki riggar, sigur Mette Føns. Hon leggur tó afturat, at tey eru sera fá, sum koma aftur eftir pengunum.
Mette Føns fór av landinum í dag, mikudagin, men hon leggur leiðina aftur hendavegin fyrst í juni, og tá ber aftur til at melda seg til skeiðið hjá henni. Fólk kunnu boða frá luttøku á telefon +45 51 90 35 36 ella á heimasíðuni www.easyway.dk.