Samrøður, ummæli, DIY, uppskriftir og nógv annað finnur tú í HON
Í kvinnublaðnum HON kanst tú lesa um fyrrverandi løgtingsstjóran, Súsonnu Danielsen, sum fortelur um lívið sum lívsnjótari. Tú kanst eisini lesa um sjokolátaríið Gómagott – hvussu tað byrjaði og hvar tað skal enda. Eitt umfatandi brunsj ummæli finnur tú í blaðnum, tí vit hava sett okkum fyri at finna landsins besta brunsj! Á síðu 7 fært tú eina lætta vegleiðing til, hvussu tú matger við føroyskum hummara. Eisini hava vit prentað ein havakalendara, sum tú kanst klippa út. Kalendarin fortelur, hvat tú skalt gera fyri at halda tín køkshava mánað fyri mánað fram til desembur.
Hetta og ófatiliga nógv annað finnur tú í nýggju útgávuni av HON, sum nú er prentað og borin út í hvørt heim í Føroyum. HON er framleitt av blaðfólkum hjá Sosialinum, og tað er Miðlahúsið sum gevur blaðið út. Blaðið kemur út eina ferð um mánaðin, og verður hvønn mánað borið ókeypis í tín postkassa.
“Vit síggjast í tínum postkassa”