Seinast í áttatiárunum sótu Jógvan við Keldu og Marita Petersen saman í Norðurlandaráðnum, og fólkafloksmaðurin fekk stóra virðing fyri javnaðarkvinnuni.
? Eg legði beinanvegin merki til, at hon hevði gott samband við tey fólkini, sum hon umgekk, og hon var altíð væl inni í teimum ymsu málunum, sigur Jógvan við Keldu.
? Longu tá bar hon seg at sum ein statskvinna, og tað undraði meg als ikki, at hon seinni gjørdist Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður.
Hørð tíð
Jógvan við Keldu heldur, at Marita Petersen hevði tunga uppgávu sum løgmaður.
? Tá eg í Útvarpinum í morgun fekk boðini um, at hon var farin, segði eg, at nú hugsa allir føroyingar. Og tað sum kom mær fyrst í huga var tann harða løgmanstíðin, sum Maria hevði. Hon bar stórar byrðar fyri alt Føroya fólk í eini torførari krepputíð.
? Eg tosaði við Maritu fyri stuttari tíð síðani, og tað harmar meg, at hon er farin í góðum árum. Í dag leita mínir tankar til familju hennara, sigur Jógvan við Keldu.