Hon var mishátt

Tann navnframa egyptiska drotningin Kleopatra var als ikki so vøkur, sum vit hava hildið, og í so máta var tað púra burturvið at lata Elizabeth Taylor spæla leiklutin í tí kenda filminum um drotningina. Bretski granskarin Clare Pickersgill hevur kannað eina 2000 ára gamla gullmynt, sum er funnin í Bretlandi, og sum er prýdd við mynd av Kleopatru. Á myndini sæst, at drotningin hevði spíska nøs, stórar varrar og ljóta høku, sigur bretski granskarin. Clare Pickersgill vísir á, at sambært rómversku frásagnunum var drotningin vitug og viljasterk, men har stendur einki um, at hon var vøkur.