Hondbóltsframsýning á Hálsi

Neistin fer hósdagin at skipa fyri framsýningardysti, har allur innkomni peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál

Hondbóltsframsýning

Tað er vanligt í nógvum av londunum kring okkum, men her í Føroyum hevur tað eina mest verið gjørt á stevnum, at sonevndir framsýningar- ella uppvísingardystir verða leiktir.
Hósdagin verður tó skipað fyri einum slíkum dysti, og er tað hondbóltsfelagið, Neistin, sum hevur tikið stig til tiltakið.
Talan verður um dystir, har tvey samansett lið skulu royna seg móti besta mans- og kvinnuliðnum í landinum, og hevur hetta í báðum førum verið VÍF tey bæði seinastu árini.
VÍF hevur játtað at tikið lut í hesum, og síðani hevur Neistin heitt á umboð fyri Dimmalættin og Sosialin at seta tvey hóskandi mótstøðulið saman til tiltakið.
Sum nevnt, so fer allur tann innkomni peningurin frá tiltakinum óskerdur til vælgerandi endamál, og umframt innkomna peningin av sjálvum dystinum, er eisini møguleiki at stuðla tiltakinum við at seta pening á konto í peningastovni. Konto-nummarið til hetta er 9181-134.457.7.

Liðini til dystirnar eru:
Kvinnur:
Agne Masenaite, Stjørnan
Helena Dam Poulsen, Neistin
Gunnleyg Berg, Neistin
Guðrun Ólavsdóttir, StÍF
Anna Kristina Samson, Stjørnan
Anna Maria Bertelsen, StÍF
Annika Thomsen, Neistin
Katrin á Neystabø, Neistin
Annika Ljósstein, Kyndil
Lotte Sørensen, Kyndil
Asta Petrauskien, Sóljan
Joan M. Joensen, Stjørnan

Menn:
Marian Cirloganescu, StÍF
Óla Christian Djurhuus, KÍF
Mortan Hansen, Tjaldur
Janus Einar Sørensen, Kyndil
André F. Danielsen, StÍF
Hans Áki Dal-Christiansen, Neistin
Kristjan Petursson, H71
Jacob Jónsson, Neistin
Heini Joensen, Neistin
Costin Dumitrescu, StÍF
Høgni Klein, Kyndil
Bjarni Wardum, H71

Venjarar hjá báðum liðunum verða Geir Wardum úr Stjørnuni og Dia Midjord úr Neistanum.