Sendingin "SportBoxin" verður nú tríggjar senditímar á FM1 fríggjadagar seinnapart.
Í tímanum millum klokkan 15 og 16 verður hondbóltspanelið, ið Sjúrður H. Hoydal reikar fyri.
Í tímanum millum klokkan 16 og 17 verður fótbóltspanelið, ið Tróndur Arge reikar fyri.
Sum nakað nýtt fer Óli G. Samuelsen nú at reika fyri flogbóltspanelinum, ið verður sent aftaná tíðindasendingina klokkan 17.
Í morgin hittir Óli G. Samuelsen landsliðsvenjarin hjá monnum, Bárð Bendix Mikkelsen og landsliðsspælarar sum vera á venjingarlegu á Giljanesi. Eisini verður prátað við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen sum er á fundi hjá altjóða flogbóltssambandinum í París í Fraklandi.
Heri Simonsen er tøkningur og medvertur til allar sendingarnar í SportBoxini.
Fólk kunnu hoyra sendingarnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Sendingarnar hoyrast eisini á in.fo fríggjakvøld.