Mitt í øllum rokanum av venjingum, autografskrivingum og øðrum, eydnaðist eisini Anju Andersen at fáa stundir til eitt stutt prát við tykkara útsenda.
Hóast skrá hennara var ógvuliga strævin á at líta, so so tóktist hon vera sera væl uppløgd, tá vit sessaðust uppi á Hotel Føroyum. Eisini var stuttligt at síggja, at hóast hon á vøllinum ofta hevur sýnt tað, ein kallar primadonnanykkur, so var einki slíkt at hóma, tá vit fingu orðið á hana. Fólk, sum av tilvild komu framvið, fingu eitt smíl og autografar, og ikki eina einastu løtu gav hon til kennar, at hon gott kundi hugsað sær at verið í frið eina løtu.
Brennur fyri hondbóltinum
Vit byrjaðu prátið við at tosa um yrkisleið hennara sum hondbóltsleikari. Hon taldist jú millum heimsins fremstu, tá hon av heilsuávum varð noydd at gevast, men hví hevur hon nú valt sær ein leiklut hinumegin borðið, so at siga. Spurd um hon kanska kendi tað soleiðis, at hon nú vildi geva hondbóltinum nakað aftur, svaraði hon, at henni altíð hevur dámt at havt við hondbólt at gera.
- Eg havi nú í fleiri ár havt hondbóltsskúlar í summarfrítíðini, og higartil er tað blivið til 35 slíkir skúlar, sum eg havi startað upp í Danmark og Noreg.
Hetta havi eg gjørt, tí eg brenni veruliga fyri at økja um áhugan fyri hondbóltinum. Hornasteinurin í hesum er eftir mínum tykki, at hondbólturin skal gerast stuttligari, bæði fyri leikarar og áskoðarar.
Tá tú nevnir, at hondbólturin skal vera stuttligari, so rokni eg við, at eitt nú teknikkur og spæligleði eru evni, sum tú leggur stóra vekt á undir teimum venjingum, sum tú fyriskipar.
Ja, avgjørt. Gaman í er hondbóltur eitt liðspæl, men eg haldi sjálv, at tað skal ansast eftir, at ikki alt ov stórt fokus verður rættað móti liðinum sum ein eind. Heldur haldi eg tað vera av alstórum týdningi, at menna einstøku spælararnar, tí betri spælarar merkja eisini, at liðið verður betri, og fleiri individualistar geva stuttligari hondbólt.
Fólkið skal undirhaldast
Nú ert tú so sett sum ítróttarstjóri Slagelse. Hvørjar eru ætlanir tínar í felagnum?
Í stuttum kann sigast, at ætlanin er at skapa eitt lið, sum spælir hondbólt á sama hátt, sum vit gjørdu, tá vit til stuttleikar settu »Dream Team« saman.
Sjálvandi vil eg eisini vera við til at vinna hondbóltsdystir, men samstundis sum hetta verður gjørt, skulu áskoðararnir fáa eina uppliving fyri pengarnar.
Tekur tú til dømis ein dyst, sum endar við einum tíggju máls sigri til annað liðið, so vilja flestu áskoðararnir í dag siga, at talan hevur verið um ein keðiligan dyst. Um tey hinvegin síggja fintur av øllum hugsandi slag, og royndir at gera nógvar flottar tekniskar detaljur, so halda tey brádliga, at talan hevur verið um ein sera undirhaldandi dyst, hóast spenningurin í dystinum var lítil og eingin.
Tí haldi eg, at skal vera rúmd fyri »show« í spælinum. Ikki bara tá støðan er 30-20, men eisini um tað stendur á jøvnum móti endanum av dystinum. Tá er tað veruliga ein fragd at síggja ein leikara, sum knappliga finnur upp á at spæla bóltin millum beinini.
Umframt sjálvt spælið á vøllinum, so royna vit í Slagelse eisini at gera hondbóltsdystin til eina »totaluppliving«. Nakað á sama hátt sum amerikanar gera í eitt nú NBA.
Á tann hátt fáa viðhaldsfólkini ein nógv meira aktivan leiklut í dystinum, ístaðin fyri at tey bara seta seg niður og hyggja at dystinum.
Higartil hevur hetta riggað øgiliga væl, og eg rokni í øllum førum ikki við, at tað eru nógv onnur lið í aðru deild, sum fleiri ferðir í saman kappingarárið hava spælt í eini stúgvandi fullari høll.
Av alstórum týdningi við sponsorum
Nú ert tú í Føroyum sum liður í marknaðarføringini hjá høvuðsstuðuli tykkara, Fujitsu/Siemens. Hvussu stóran leiklut eiga sponsorar í ítróttarligu menningini?
Teir hava alt at siga, tí tað eru jú teir, sum eru við til at bera allari ítróttini uppi, so uttan teir kundi vit als ikki virka á verandi støði.
Í Slagelse hava vit valt, at gera eitt sokallað koncept, har vit greitt hava boðað frá, hvørjar ætlanir vit hava við felagnum, hvussu vit ætla at røkka hesum málum og hvønn leiklut vit meta, at sponsorarnir eiga at hava í hesum.
Síðani tosaðu vit við tey virki, sum sýndu áhuga í ætlanum okkara, so tað var ikki soleiðis, at vit bara tóku tann sponsorin, sum hevði størsta pengapungin, men heldur ein, sum passaði inn í okkkara koncept, og her hava vit so samstarvið við KT-risan at vera tað, sum gagnar pørtunum best.
Sinnalagið skal ikki stýrast
Tað , sum ofta verður sett í samband við Anju Andersen, er sinnalagið. Á hvønn hátt roynir tú at stýra hesum, og er nøkur uppskrift til, hvussu tú sum leikari kann nýta sinnalagið á ein positivan hátt?
Sinnalagið skal slettis ikki stýrast. Ein av stóru orsøkunum til, at ítróttur hóast alt hevur eitt stórt undirhaldsvirði er júst tað, at leikarar sýna kenslur sínar.
Í løtuni er áhugin fyri hondbólti fallandi, og hetta kemst eisini í stóran mun av, at leikarar eru farnir at uppføra seg sum maskinur, ístaðin fyri sum menniskjur.
Øll vilja vit gjarna síggja eitt nú David Beckham øsa seg, og tað skal hann so sannilga eisini hava loyvi til.
At tað er komið so stórt fokus á mín persón í hesum sambandi, kemst helst einamest av, at eg eri konufólk, og tað er kanska ikki eins vanligt hjá konufólki at sýna kenslur sínar á ítróttavøllum.
Vit hava jú kenslur øll somul, og um eg t.d. sjálv spæli í einum dysti, har alt gongur av skriðjuni til, og ein áskoðari á fremstu røð oman á alt byrjar at spilla meg út, so kann eg ikki bara ignorera hetta. Nei, so skal eg pína doy vísa viðkomandi, at dugur hóast alt er í mær.
Ein glotti fyri framman
Sostatt endaði samrøðan at kalla á sama hátt, sum hon byrjaði. Fólki skal undirhaldast, kenslurnar skulu fram og einstøku leikararnir skulu hava møguleika vísa síni kynstur.
Hetta kann helst sigast at vera niðurstøðan vit fingu, burturúr samrøðuni við heimsstjørnuna, og megnar hon veruliga at fremja ætlanir sínar í verki, so boðar hetta frá góðum fyri framtíðina hjá hondbóltinum.
Nei, keðilig hevur hon ongantí verið, Anja Andersen.