Hondbólturin fær stórsteypadystir

Fremstu liðini í hondbóltskappingunum hjá monnum og kvinnum í fjør hittast leygardagin 17. september til stórsteypadystir í Hoyvíkshøllini.

 

Tað er dansistaðið Rex, sum hevur tikið stig til dystirnar og letur steypini, sum spælt verður um.

 

Hugskotið við stórsteypadystum er, at føroyameistararnir og steypavinnararnir spæla ein steypadyst. Hjá monnum verða tað Neistin og KÍF, sum fara at spæla, og hjá kvinnum verða tað Neistin og Tjaldur.

 

Kvinnudysturin verður klokkan 17.00 og mansdysturin klokkan 19.00.

 

Eftir dystirnar handar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Rex-steypið til vinnandi liðini.