Tað verða seks dystir í hondbóltskappingini í morgin ? tríggir hjá monnum og tríggir hjá kvinnum.
Hjá monnunum tykjast tveir dystir at hava ein greiðan favoritt, meðan tann triði kann gerast eitt sindur javnari. Tað er dysturin í Havn millum H71 og Neistan. Av hesum báðum hava hoyvíkingar verið betur fyri í seinastuni, og mikukvøldið tapti Neistin sannførandi móti Kyndli.
Men í morgin er aftur ein nýggjur dystur, og hóast H71 í eygunum hjá teimum flestu eru favorittar, kann Neistin vinna á øllum, tá teir hava ein góðan dag.
Hinir báðir dystirnir síggja ikki út til at gerast so javnir. Á Skála fær StÍF vitjan av grannunum hinumegin fjørðin, Tjaldrinum. Enn hevur tað ikki eydnast Tjaldrinum at vinna nakran dyst, men teir nærkast. Hinvegin er StÍF eitt av liðunum, teir taptu mest ímóti í grundspælinum, og strandingar fara ivaleyst eisini at gera alt fyri at fáa stigini, sum telja nógv í jøvnu og spennandi kappingini, vit hava í ár.
Føroyameistararnir VÍF hava frí hetta vikuskiftið, og tað merkir, at triði og seinasti dysturin í mansdeildini hesaferð stendur millum KÍF og Kyndil. Kollfirðingar hava ikki gjørt tær stóru skreytirnar móti oddaliðunum, burtursæð frá H71, og lítið bendir á, at teir kunnu gera nakað við Kyndil, sum mikukvøldið sá út til at vera komið væl og virðiliga yvir tepra tapið móti VÍF seinasta sunnudag.
Glopp komið í
Hjá kvinnunum hevur Kyndil nú lagt sjógv millum seg og hini liðini, og tað passaði eisini væl inn í roknistykkið hjá teimum, at StÍF vann á Stjørnuni hóskvøldið. Hesaferð skal Kyndil til Suðuroyar at spæla móti VB, sum er nokkso upp og niður, í løtuni tó mest niður. Seinasta vikuskiftið vann Neistin ikki minni enn 30-17 á VB, og á pappírinum skuldi Kyndil heldur ikki havt so stórar trupulleikar av at tryggja sær tvey stig afturat í morgin.
So sær tað meira spennandi út í Vestmanna, har VÍF fær vitjan av Stjørnuni. Bæði hesi liðini hava ikki fingið tað burturúr, tey høvdu vónað og ætlað, áðrenn endaspælið fór í gongd. Seinast tapti VÍF óvæntað móti GÍ/Tjaldrinum, og undan tí taptu tær eisini móti Kyndli ? í báðum hesum dystunum var VÍF á odda fleiri ferðir, men tapti altso kortini.
Stjørnan tykist eisini hava mist eitt sindur av flognum, ikki minst nú Annika Ljósstein er meidd. Hóskvøldið vóru tær púra fyri ongum móti StÍF, sum tær aftur skulu spæla ímóti í steypakappingini nú mikukvøldið.
StÍF-kvinnurnar hava í morgin, eins og menninir, vitjan av grannunum. GÍ/Tjaldur vann sum nevnt á VÍF mikukvøldið, og tað høvdu ikki nógv roknað við. Tí er eisini neyðugt hjá StÍF at taka uppgávuna í morgin í størsta álvara, og gera tær tað, eru tær favorittar at vinna.
Hjá kvinnunum er tað Neistin, sum hevur frí hetta vikuskiftið.