Hondbóltur: Danmark tapti men vinnur bólkin

Danmark tapti 30-33 móti Svøríki í síðsta dystinum í bólkaspælinum í OL í Japan.

 

Men hóast tapið, so vann Danmark bólkin við betri málúrstøku enn Svøríki og Egyptaland.

 

Við tapinum enda øll trý liðini á átta stigum – við fýra sigrum og einum tapi.

 

Harvið skal Danmark møta Noreg í fjórðingsfinaluni týsdagin.

 

Í hinum fjórðingsfinalunum eru Frankaríki–Bahrain, Spania-Svøríki og Týskland-Egyptaland.