Eftir fín avrik og góð úrslit komu U-17 kvinnurnar í hondbólti eftir vikuskiftið til hús við bronsukrónum eftir EHF Championship kapping í Georgia. Føroyar vunnu ímóti Estlandi, Italia og Ukraina, spældu javnt ímóti Serbia og taptu ímóti Niðurlondum.
Í dag verður farið undir nýggja EHF Championship kapping. Nú verður kappast í Bulgaria, og tað eru U-19 hondbóltsmenninir, sum nú skulu í eldin.
Føroyska liðið fór av landinum sunnudagin. Nú eru teir staddir í Varna við Svartahavið, har teir vandu í gjár. Fyrsti dysturin verður klokkan 17 í dag ímóti bulgarsku vertunum. Umframt Bulgaria eru Føroyar í bólki saman við Kekkia. Bretland var upprunaliga eisini við í bólkinum, men bretar góvu avboð orsakað av koronuni. Í hinum bólkinum eru Hvítarussland, Slovakia, Litava og Finnland.
Dysturin ímóti Bulgaria verður stroymdur, og tað ber til at fylgja við her ehftv.com.